FERÐAVINNA
Tað er ikki uppfatanin hjá stjóranum á Ferðaráðnum, Hera Niclasen, at fólk í ferðavinnuni í Føroyum kenna seg við sviðusoð av Ferðaráðnum sum Leif Berg vil vera við í samrøðu í blaðnum í dag. Uppgávan hjá Ferðaráðnum er at vera tann samskipandi parturin í ferðavinnuni, og stjórin metir, at stovnurin hevur gott samskifti við økisfeløgini og eisini sýnir stóra áhuga fyri tí, ið fer fram í vinnuni.
- Eg eri eitt sindur bilsin av, at skuldsetingarnar koma soleiðis raplandi frá Leif Berg, tá ið vit mær vitandi ikki hava havt nakað fakligt samband, ei heldur nakra ósemju. Skuldsetingarnar koma sum eitt snarljós, og eg dugi ikki at kenna meg aftur í teimum, sigur Heri Niclasen.
Heri Niclasen varð settur sum stjóri fyri góðum ári síðani og undirstrikaði tá sum nú, at dyrnar á Ferðaráðnum altíð standa opnar fyri øllum, ið varða av ferðavinnuni, um onkur hevur eitthvørt uppá hjarta ella okkurt er, sum ikki er nøktandi.
- Uppgávan hjá Ferðaráðnum er at kunna um Føroyar bæði innanlanda og uttanlands. Onkur kundi kanska ákært meg fyri, at eg tað fyrsta árið í starvinum havi raðfest samstarvið og samskipað marknaðarføringina við flutningsfeløgini á útlendska marknaðinum hægri enn innlendis menningina. Tað snýr seg um at brúka møguleikarnar, tá ið teir vísa seg. Og megna vit saman við flutningsfeløgunum at arbeiða meiri saman, tá ið tað snýr seg um marknaðarføring uttanlands er nógv vunnið. Vit kunnu ikki sleppa marknaðaføringini fyri bara at arbeiða við innanlendis viðurskiftum. Bæði mugu koyra í senn.
Ein av uppgávunum hjá Ferðaráðnum er at virka sum kunningarstova, har ferðafólk beinleiðis um skivuna verða kunnað um ymsu tilboðini runt landið. Í fjør gjørdi Ferðaráðið av, at hvørja ferð starvsfólk á stovninum bíleggja eina útferð, skal ferðafólkið rinda eitt avgjald. Tað vil siga, at ferðafólk fingu valið ímillum antin sjálvi at bíleggja sær eina útferð við mynttelefonini á Ferðaráðnum ella, um tey ynsktu at starvsfólk á Ferðaráðnum gjørdu bíleggingina fyri tey, at lata eitt avgjald fyri hesa tænastuna. Hendan avgerðin varð tikin uttan at kunna ferðavinnuna, og Berg-Hestar kunnu vísa á, at avgjaldið gjørdi, at nógv færri bíleggingar komu.
- Eg visti ikki betur enn, at ferðavinnan fekk boð. At boðini ikki komu út harmist eg um, men eg havi ilt við at trúgva, at avgjaldið førdi við sær færri bíleggingar. Í Føroyum skal alt verða ókeypis, men veruleikin er jú, at alt kostar. Aðra staðni er vanligt, at kunningarstovur krevja eitt avgjald fyri slíkar tænastur.
Skilji atfinningarnar
Leif Berg, ið eigur og rekur Berg-Hestar í Havn, hevur í fleiri ár stríðst við myndugleikarnar í Føroyum um at fáa gøturnar, tær gomlu bygda- og ferðagøturnar, umvældar. Hesar gøturnar eru fyritreytirnir fyri at reka hestaríðing í Føroyum. Men hóast stríðið hevur vart í áravís og Ferðaráðið, kommunur, stovnar og fleiri landsstýrismenn eru vitandi um støðuna, er trupulleikin ikki loystur.
- Eg skilji væl, at Leif Berg er ørkymlaður av hesum viðurskiftum. Eg eri als ikki samdur í øllum ákærunum, hann kemur við, men eg eri glaður fyri, at atfinningarnar koma fram, ikki minst um fleiri hugsa sum Leif Berg. Tað kemur óvart á meg, at hann hevur so nógvar trupulleikar at dragast við og tí fari eg fyrsta dagin at seta meg í samband við hann, soleiðis at vit í felag kunnu fáa gongd á málið. Hinvegin er alt relativt, Svartiper verður altíð parkeraður onkustaðni, og ofta á Ferðaráðnum, tá ið okkurt ikki er í lagi í vinnuni.
Sum skilst er gøtuóskilið ikki eitt ókent fyribrigdi á Ferðaráðnum. Rúgvismikið tilfar í savninum á stovninum, sum gongur heilt aftur til miðskeiðis í 90-unum, vitnar um drúgvt brævaskifti, samskifti aftur og fram, fundir og aftur fundir, millum umboð fyri kommunur, bóndir, Jarðarráð, býararkitektar, býargartnarar, og onnur.
- Royndirnar hjá Ferðaráðnum hava ikki ligið eftir. Vit hava roynt at loyst trupulleikarnar. Eg kann geva Leif Berg rætt í, at vit áttu onkusvegna at funnið fígging til at hampa gøturnar, sigur Heri Niclasen.
Ótíðarhóskandi lóg
Kjarnuspurningurin í øllum stríðum við gøtunum er og hevur verið hesin: hvør eigur ábyrgdina og harvið uppgávuna at hampa og væla um gøturnar. Her er ein lóg frá 1930 galdandi, sum áleggur kommununum at halda bygdagøturnar við líka innan bygdamark.
- Lógardeildin á Løgmansskrivstovuni heldur, at henda skyldan er burturdottin, tí koyrandi er millum nærum allar bygdir. Ferðaráðið heldur ikki, at hetta er endaliga svarið uppá henda spurningin, tí lógin er ikki sett úr gildi og onkur bygd er uttan vegasamband, og gøturnar verða framvegis nýttar. Hinvegin er nýtslan av gøtunum broytt og rættast hevði verið at endurskoða viðlíkahaldið av gøtunum út frá nýtsluni sum er. Hvør eigur viðlíkahald av gøtunum uttan fyri bygdamark er eitt sindur ógreitt, sigur Heri Niclasen.
Hesin spurningur hevur eisini verið umrøddur, nú Ferðaráðið arbeiðir við at skelta allar bygdagøturnar í landinum.
- Ymiskt er, hvussu kommunurnar eru fíggjarliga fyri og hvussu langur teinur av bygdagøtum liggur í ymsu kommununum. Møguliga er hetta nakað kommunur kunnu samstarva um tvørtur um kommunumark. Tær kundu sæð viðlíkahald av gøtunum sum eitt tiltak til frama fyri frítíðarlívið hjá sínum borgarum. Aðrar loysnir eru eisini og vit vilja fegin kjakast við land og kommunur um hetta.
Tá ið Ferðaráðið er tann samskipandi stovnurin í ferðavinnuni, er tað so ikki uppgávan hjá ráðnum at leggja trýst á røttu viðkomandi fyri at fáa gøturnar gjørdar?
- Avgjørt. Tað er ein av høvuðsuppgávunum hjá Ferðaráðnum. Er tað eitthvørt sum forðar úti í vinnuni, má tað ruddast av vegnum, og tað kann Ferðaráðið gera við eitt sindur av lobby-arbeiði. Og eg skal viðganga, at síðani eg kom í stjórasessin, havi eg ikki arbeitt við hesum málinum yvirhøvur. Men at fáa bygdagøturnar umvældar er eitt natúrligt framhald av tí arbeiði, vit síðsta árið hava gjørt við skelting av bygdagøtunum.
Fyri trimum árum síðani gjørdi Durita Brattaberg, landbúnaðarkandidatur í umhvørvisumsiting, eina skipan yvir bygda- og ferðagøturnar í Føroyum eftir áheitan frá Ferðaráð Føroya. Uppgávan var at gera nakað burtur úr bygdagøtunum í mun til ferðavinnuna.
- Durita Brattaberg gjørdi eitt valaverk, sum var eitt uppskot at royndarskelta nakrar av bygdagøtunum. Landsverkfrøðingurin hevur síðani sett skelti við nakrar bygdagøtur, men kundi vegna vantandi pengar ikki halda fram. Vit hava varugan av, at tey eru nógv sum brúka hesar gøturnar og tí eru vit saman við Landsverkfrøðinginum farin undir at fáa gongd á málið aftur. Í næstum leggja vit uppskot fyri landsstýrismannin um hetta.
Ongan myndugleika
Staðfesta vit, at kommunurnar eiga uppgávuna at hampa um og væla um bygdagøturnar, kunnu vit spyrja, hvussu ovalaga henda skyldan verður raðfest í kommunuhøpi í mun til allar hinar fíggjarligu skyldurnar kommunurnar hava í dag.
- Tað kunnu vera nógv viðurskifti, kommunur ikki halda eru neyðug at raðfesta. Ferðaráðið hevur ongan myndugleika, vit kunnu bara heita á kommunurnar um at síggja til, at hesi viðurskifti eru í lagi og gera teimum greitt, at hesi viðurskifti hava týdning fyri ferðavinnuna, sum tey jú eisini so ella so hava gagn av. Tí okkurt dettur burtur av til teirra, um gøturnar ganga inn í teirra øki. Sýta kommunurnar fyri hesum er tað ófatuliga trupult at gera nakað, sigur Heri Niclasen.
- Tað er rætt, at verða íløgur gjørdar í ferðavinnuna, geva tær seg fleiri ferðir aftur, og í dag kunnu vit nevna nøkur ferðatilboð, sum bera seg væl og onnur sum eru við at koma fyri seg. Nevniliga ríðingin hjá Leif Berg er eitt tilboð, sum væl ber til at gera meiri burturúr, har eru nógvir møguleikar og eg skal gera mítt til, at tað fer at eydnast. Ikki minst tí hon fer fram alt árið og ikki er treytað av veðrinum.
Ógrundaður pástandur
Ferðaráðið hevur síðani fyrst í 90-unum fingið umleið 7 mió. krónur á hvørjum ári í játtan. Leif Berg heldur, at politikarar eru dugnaligir at útvega Ferðaráðnum pengar, men ikki til at seta krøv til Ferðaráðið. Hetta fær tí okkum at spyrja, um pengarnir verða nóg væl brúktir, ella um teir kundu verðið brúktir øðrvísi.
- Játtanin hevur skjót bein at ganga á. Slakur helmingurin verður brúktur til lønir, og til dømis ein góð mió. til innlendis menning, har økisfeløgini fáa ein part. Nógvir faldarar eru í gerð og teir kosta nógv at gera. Tað er altíð skilagott at eftirmeta, tað noyðast vit altíð og miseydnast eitt átak, sum vit seta í verk, hyggja vit at, hvat kundi verið gjørt øðrvísi.
- Tað er ein ógrundaður pástandur, tá ið sagt verður, at talið á ferðafólki, sum vitjar í Føroyum, ikki veksur. Stóru flutningsfeløgini kunnu greiða frá stórum vøkstri, og hetta eru útlendingar vit tosa um. Nýggj tøl vísa, at uml. 39.000 fólk vitja Føroyar á hvørjum ári, íroknað føroyingar og handilsferðandi. Tølini yvir gistingar tala sítt týðiliga mál. Har síggja vit, at ferðafólkatíðin er víðkað, tí ofta er ringt at fáa gisting rundan um summarmánaðirnar. Í apríl og mai eru nógvar ráðstevnur í Føroyum og nærum ómøguligt at fáa innivist á hotelli í Havn og í september er eisini trupult at fáa gisting. Herferðirnar í fjør hjá flutningsfeløgunum við lægri prísum hava eisini givið góð úrslit, og í mun til fyri tveimum árum síðani, ber nú til at sigla millum Føroyar og útlond um veturnin, og tað er eisini ein stórur bati. Í framtíðini ber betur til at síggja, hvørji fólkini eru, sum vitja hendanvegin, tí flutningsfeløgini skráseta hereftir, hvaðani fólkini eru og hvar ferðaseðilin verður keyptur. Umframt arbeiða vit við at útvega øll møgulig hagtøl, sum eru viðkomandi.
Heri Niclasen heldur ikki, at Ferðaráðið miðjar ov breitt í marknaðarføringini.
- Vit lýsa við øllum tilboðunum, sum eru í Føroyum. Vit greiða fólki frá, hvar Føroyar liggja og hvat ber til at uppliva her. Hinvegin verður eisini lýst við serligum tilboðum so sum ríðitúrum. Fyrireikingar verða nú gjørdar til ein súkklufaldara, har tann ferðandi fær allar viðkomandi upplýsingar. Somuleiðis er ein havfiskifaldari í umbúna.
Grunnur Ferðavinnunnar verður nú tikin av. Ferðasmiðir og fólk, ið arbeiða í ferðavinnuni, hava kunnað søkt grunnin um stuðul til verkætlanir. Í staðin fyri hendan grunnin setur landsstýrið á stovn Vinnuframagrunnin. Ferðaráðið hevur biðið landsstýrismannin í vinnumálum um, at ferðavinnan fær innivist í lógini.
- Í nýggja grunninum verða atlit tikin til ferðavinnuna og tí ber tað í sama mun sum fyrr til hjá fólki at søkja um stuðul.
Dagligt samskifti
Síðani Heri Niclasen tók við sum stjóri fyri einum ári síðani, hevur hann verið runt landið og vitjað økisferðavinnufeløgini. Umframt hava tey verið inni á gólvinum á Ferðaráðnum og fingið kunning um innlendisvirksemið og hvat Ferðaráðið hevur í hyggju at gera úti um landið. Hann heldur ikki, at Ferðaráðið og hann sum stjóri eru ov lítið sjónlig í fjølmiðlunum.
- Ferðaráðið hevur als ongan áhuga í at avbyrgja seg frá ferðavinnuni. Tvørturímóti. Vit hava dagligt samskifti við fólk í vinnuni. Ferðavinnan hevur verið í stórum trupulleikum í fleiri ár, øll hava hartað niður á hana, kanningar eru gjørdar, har tølini ikki hava hildið og tað hevur skapt rumbul, ósemjur og ónøgd. Tí havi eg valt í fyrsta umfari at fara stillisliga fram heldur enn at fara út í fjølmiðljarnar, sigur Heri Niclasen at enda.