Dyrnar víðari fyri útlendingum

Fótbóltur: Bara NSÍ mutaði ímóti, at aðalfundurin tók støðu til uppskotið at tvífalda talið á útlendingum

Tofta Ítróttarfelag fekk fullan stuðul frá Gøtu Ítróttarfelag og Klaksvíkar Ítróttarfelag, tá uppskotið um at hækka útlendingakvotuna úr tveimum og upp í fýra spælarar varð viðgjørt á FSF aðalfundinum fyrrapartin leygardagin, og tá tað varð atkvøtt, var greiður meiriluti fyri uppskotinum. Tólv atkvøddu fyri, og trý feløg vóru ímóti, meðan seks lótu vera við at atkvøða.

Einasta felagið, sum royndi at muta ímóti, at uppskotið varð viðgjørt og samtykt á hesum fundinum, var NSÍ. Jákup Mortensen, formaður, vísti á, at uppskotið varð ikki viðgjørt á fyrireikandi fundinum í november, og hann helt tað vera óheppið, at eitt í hansara verð so víðgongt uppskot varð samtykt uttan at avleiðingarnar vóru útgreinaðar. Og so vísti hann á økir, har hann metti, at hækkaða kvotan kundi fara at fáa óhepnar avleiðingar, eitt nú huginum hjá ungdómsspælarum at halda fram, tá teir ikki høvdu møguleika at koma á besta liðið, tí útlendingar tóku plássini.

Svend Jacobsen, formaður í KÍ, ásannaði, at tað hevði verið betri, um uppskotið hevði verið viðgjørt á fundinum í november, men hann boðaði frá, at KÍ tók undir við uppskotinum, og Jógvan Gregersen vildi ikki hoyra talan um fyrivarnið, sum NSÍ hevði borið fram:

? Eg dugi ikki at síggja, at vit skulu vera sentralt stýrdir. Tað má vera upp til hvørt einstakt felag at meta um fyrimunir og vansar, tá støða skal takast til útlendingatalið, helt GÍ formaðurin.

Niclas Davidsen, formaður í B68, ásannaði, at um uppskotið varð samtykt, so fóru reglarnir hesum viðvíkjandi í Føroyum at líkjast teimum í útlandinum, og tað helt hann vera rímuligt, ikki minst tá tað er eitt greitt ynski hjá føroysku feløgunum, at tey skulu standa seg betri í Europa Cup, enn tey hava gjørt higartil.