Kyndilskvinnur fingu ikki hálað sigurin heim ímóti Neistanum í kvøld. Tá bert fá sekund vóru eftir javnaði Eir M. Berg til 21-21, og neistakvinnur kundu fegnast um at hava bjargað sær eitt stig.
Kyndilskvinnur vóru annars á odda 10-8 í steðginum. Bára K. Hansen var toppskjútti hjá Kyndli við átta málum. Eir M. Berg gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við somuleiðis átta málum.
VÍF vann 36-28 (21-16) á StÍF á Skála, og hevur tryggjað sær rættin til heimavøll í einari møguligari triðju FM-finalu ímóti Kyndli. Birna Mikkelsen var toppskjútti hjá StÍF við átta málum. Liljan Djurhuus var toppskjútti hjá VÍF við 12 málum.
VÍF er á odda við 40 stigum. Kyndil er nummar tvey við 35 stigum. VB er nummar trý við 29 stigum. Neistin hevur 22 stig. Stjørnan hevur 16 stig, H71 hevur 13 stig og aftast er StÍF við einum stigi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr Hilmar Jan Hansen, frásøgumann hjá Rás2 siga frá dystarendanum, tá Eir M. Berg javnaði fyri Neistan. Claus Rasmussen var viðmerkjari.
2) Hoyr Claus Rasmussen, viðmerkjara taka samanum dystin.
Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við annan av venjarunum hjá kyndilskvinnum, Christoffur Gert Nielsen hoyrist HER
Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Kára Nielsen, venjara hjá neistakvinnum, Kára Nielsen hoyrist HER