Dystirnir verða mikukvøldið

Fótbóltssambandið hevur nú boðað frá, at dystirnir frá 24. umfari verða spældir mikukvøldið

Vanlukkuligi tilburðurin, sum kostaði Gunnari Zachariasen lívið, bar við sær, at FSF fyrr í dag tók avgerð um, at allir dystirnir í 24. umfarinum av Effo-deildini fyribils vórðu útsettir.

 

Nú hevur FSF boðað frá, at dystirnir skulu spælast mikukvøldið. Samstundis verður sagt, at dystirnir eiga ikki at byrja seinni enn klokkan 17.30.

 

Flutta umfarið í Effo-deildini ber eisini við sær, at seinasta umfarið hjá U18-dreingjum verður flutt. Hesir skuldu spæla seinasta umfarið mikukvøldið, men hetta er nú flutt til hóskvøldið.