Dysturin hjá KÍ er útsettur

UEFA hevur gjørt av, at dysturin millum KÍ og Bodø/Glimt verður útsettur

UEFA hevur gjørt av, at dysturin millum KÍ og Bodø/Glimt verður útsettur til í morgin klokkan 18. Ferðalagið hjá Bodø/Glimt hevur staðið veðurfast í Norra seinastu dagarnar, men væntast at koma seinnapartin í dag.

 

Talan er um fyrsta undanumfarið í Champions League kappingini. Norska meistaraliðið vann fyrra dystin 3-0. Tá fór ferðalagið hjá KÍ avstað í góðari tíð. Farið varð úr Føroyum longu sunnudag. Bodø/Glimt tók hinvegin ikki av møguleikanum, at ferðast við Atalntic Airways sunnudagin, men vildi heldur flúgva við leiguflúgvara mánadagin. Tað er nú komið teimum aftur um brekku.

 

Av tí at Bodø/Glimt vann 3-0, hevði ein sigur á skriviborðinum til KÍ givið nýggjar avbjóðingar. Tí ein slíkur sigur svarar til 3-0. So hevði staðið á jøvnum. Her er sum skilst ongin greið mannagongd hjá UEFA.

 

Dysturin millum KÍ og Bodø/Glimt verður í morgin klokkan 18. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.