Jólaferian er av og tíðin er komin hjá telvarum at seta seg við talvborðini aftur og berjast fyri lið síni og seg sjálvar.
Ikki tí, nakrir av útisetunum, sum vanliga telva við Talvfelagnum Føroyum í bestu donsku deildini, skakliguni, hava verið heima á klettunum og tikið lut í føroysku liðkappingini. Heini Olsen telvaði seinasta sunnudag á klaksvíksliðnum og helst fer at hann hjálpa barndómsfelagnum nøkur umfør aftrat í januar. Ein góður styrkur, nú heimliga liðkappingin nærkast kappingarenda.
Somuleiðis hevur Carl Eli N. Samuelsen verið heima um jólini og leikt tvey umfør við vestmenningum.
John Arni Nilssen hevur eisini hildið seg heitan um jóltíðir. Tó gekst tað ikki honum eins væl sum hann framanundan vónaði, tá hann luttók í Øbro Nytår.
Gullið er farið
Danmarksmeistararnir seinastu fýra árini, Helsinge, eru í ferð við at endurvinna DM.
Liðið er hálvtfimta stig fremst og við tí manning teir hava, eitt nú stórmeistararnir Peter Heine Nielsen og Lars Schandorff, er helst eingin ivi um, at norðursælandska liðið aftur í ár røkkur sínum málsetningi.
Spurningurin er bert um hvør fer at vinna silvurið. Í hesari kapping liggja útisetarnir í løtuni væl fyri við teirra øðrum plássi. Men kappingin er hørð og jøvn.
Eitt pláss í ovaru helvt hevði verið nøktandi. Stuttligt - og sensationelt - hevði verið um eitt føroyskt lið endaði millum trý tey bestu í ríkinum.
Skerd manning
Tíverri liggur ikki fyri hjá Heina at vera við sunnudagin, tá føroyingar hitta Brønshøj í fjórða umfari í skakliguni.
Allir aðrir mans eru tøkir. Við at Heini ikki er við, muga teir flestu eitt pláss upp eftir, sum merkir at mótstøðan verður enn sterkari. Tó eiga føroyingar ikki at falla í fátt, als ikki, tí liðið er í løtuni á øðrum plássi í donskari elitutelving og hetta eiga okkara menn at útstrála sunnudagin. Øll lóglig vápn skulu nýtast.
Teir sum manna ovaru borðini á føroyska liðnum verða Nicolaj Borge, John Arni Nilssen, Flóvin Tór Næs og Carl Eli N. Samuelsen. 5-8. borð manna Heini Danielsen, Terji Petersen, Pól Martin Hansen og Ian Leyni.
Pól Martin hevur seinastu tveir dystirnar telvað á 8. borði, men hesaferð verður tað havnarmaðurin Ian Leyni, sum tekur sær av hesum sætinum. Ian hevur ikki telvað nógv seinastu árini, men hann hevur í eini 15 ár verið hollur limur hjá Talvfelagnum Føroyum og mangan hevur hann tikið stig frá føroyskum topptelvarum. Men at nógv rust má bankast, veit Ian fulltvæl sjálvur.
Mótstøðuliðið
Teir úr Brønshøj eru í løtuni á einum skuffandi fimta plássi, hálvt triðja stig aftanfyri føroyska talvfelagið. Teir hava á pappírinum eitt rættiliga sterkt lið við mongum kendum telvarum. Stórmeistarin Tiger Hillarp Persson hevur verið teimum ein trúgvur stuðul seinastu mongu árini, men av onkrari orsøk hevur hann ikki verið við fyrstu trý umførini.
Eisini hava summir av føstu stuðlunum á aftaru borðunum higartil heldur ikki verið tøkir. Hetta hevur viðført, at Brønshøj er í tyngra endanum í Skakliguni.
Stórmeistarin Carsten Høj og veteranurin og altjóða meistarin, Bjørn Brinck-Claussen, eru saman við Thorbjørn Bromann vanliga álitistelvararnir á liðnum. Men hvørgin av hesum hava higartil víst nakra serliga álitistelving.
Tað er kortini ein góður møguleiki fyri, at Tiger verður við Brønshøj sunnudagin. Hann telvar í fleiri liðkappingum kring norðanlond, eitt nú í heimlandinum Svøriki, og har verður telvað í liðkappingini leygardagin og ikki sunnudagin. Tí hevur Tiger helst stundir at ferðast yvir um Oyrasund og hjálpa liðfeløgunum, sum eru í einari hálvkreppu.
Ikki tapa
Realistiska málið hjá útisetunum má vera at fáa ein javnleik. Við skerdari manning í huga, er 4-4 eitt gott úrslit. Hvussu Brønshøj er mannað, hevur sjálvsagt sína ávirkan uppá vónirnar, men væntandi hava teir á pappírinum eitt sterkari lið enn tað føroyska.
Støðan undan 4. umfari
Helsinge18,0
TF Føroyar13,5
Helsingør13,5
SK 196813,0
Brønshøj11,0
Skolerne11,0
Nordre10,0
K 415,0