Í føstuni verður
farið undir eitt nýtt tiltak í Norðstreymoyar prestagjaldi.
Hetta er sokallað Kirkjubio,
har filmar við átrúnaðarligum, andaligum og etiskum spurningum verða vístir.
Byrjað varð í Vestmanna kirkju 27. februar, og hildið verður fram í Kvívíkar kirkju mánakvøldið 5. mars kl. 19.30, tá klassikarin "E.T." eftir Steven Spielberg verður sýndur.
Áðrenn filmurin byrjar, hevur Birgir Kruse fyrilestur um filmin. Talan er um eitt ævintýr, ið kann metast sum ein science fiction-tulking av Nýggja testamenti. Til jarðar kemur tann fremmandi, ið skjótt verður jagstraður av teimum vaksnu og vælvitandi. Hann finnur tó frið millum børnini, til hann verður tikin og letur lív. Men hóast hann lærir vinar sínar um tað góða, leingist honum heimaftur til tann staðin, ið ikki er at finna á jørðini. Ein filmur um kærleika, longsul og leitanini eftir tí góða. Filmsplakatin sipar týðiliga til málningin hjá Michelangelo í tí Sixtinska kapellinum í Vatikaninum, har Guð veitir Ádami lív.
Ætlanin er at halda fram við Kirkjubio í føstuni í Hvalvík og í Vestmanna, siga prestarnir í Norðstreymoyar prestagjaldi.