E-ítróttur er ein av heimsins skjótast vaksandi ídnaður og alt fleiri ung fólk eru partur av tí.
E-ítróttur er elektroniskur ítróttur, har ung fólk savnast at spæla telduspøl, antin til stuttleika ella fyri at kappast. Ofta standa stórar peningarupphæddir upp á spæl.
Nú er tað blivið somikið stórt, at tað verður umhugsað sum ítróttargrein til olympisku leikirnar í 2024. Tað verður eftir øllum at døma París, sum skal verða vertur fyri OL í 2024 og við tíðindastovuna AP, sigur Tony Estanguet, næstformaður í fronsku OL nevndini, at e-ítróttur er blivin so stórur, at hann ikki bara síggjast burtur frá.
- Vit kunnu ikki bara siga, at tað ikki er fyri okkum. Nú skulu vit brúka tíð og tosa við fólkini handan ítróttin og OL, so fáa vit at síggja, sigur Tony Estanguet við AP tíðindastovuna.