Alt fleiri bólkar kring allan heim fáa sær myspace síðir og Føroyar eru einki undantak.Tvey av nýggjastu føroysku myspace nøvnini eru Crawling Blue og Eager To Please.
Eager To Please hevur, síðan bólkurin reis úr øskini eftir Fluffy Toys, verið av virknastu dansibólkum og hevur spælt nógv kring Føroyar. Bólkurin er í løtuni í ferð við upptøkur av fyrstu fløguni hjá Eager To Please. Tað er tann 70’ára kendi rokkurin, ið Eager To Please meistrar og hetta hoyrist aftur í løgunum á myspace síðuni. Talan er um tvær konsertupptøkur og tær eru at finna á: myspace.com/egr2plz
Crawling Blue er risin úr øskuni eftir Prix vinnarunum Go Go Blues. Bólkurin fór fyrstu ferð á pall í summar og hevur síðan tá verið millum virknastu konsert- og klubbabólkar í Føroyum og hevur somuleiðis fleiri ferðir vitjað á Skarv í Keypmannahavn. Bólkurin spælir blús tónleik og hevur lagt upptøkur av tveimum løgum á myspacesíðuna. Síðan hjá bólkinum, myspace.com/crawlingblue varð gjørd fyri einum góðum mánaði síðan.
Á Funky Faroe Islands í London í síðsta mánaði vístu umboðini fyri tónleikaídnaðin á, at myspace hevur broytt allan tónleikaídnaðin og at arbeiðið hjá talentskótum nú í stóran mun snýr seg um, at sita á myspace og lurta eftir bólkum.