Eager to Please spæla í REX

Føroya best umtókti vágabólkur Orkestriii her Vestriii, sum vanliga spæla undir navninum Eager to Please, eru als ikki vágamenn, men ein sunn blanding av eysturoyingum og havnarmonnum, og leygakvøldið fara teir á pallin í Havn, tá teir vitja vælumtókta spælistaðið REX.

Lagt er upp til bygdaball í Havn, tá vælsmurda rokkmaskinan í Eager to Please sleppur teymunum og gerst vágabólkurin Orkestriii her Vestriii í lagnum Eittveitiii leygarkvøldið.
Eittveitiii hevur buka alt og øll av á 15 teimum bestu seinastu vikurnar, áðrenn ein fyrrverandi Natosoldatur tók ovasta plássið frá teimum, nú fara fer Orkestriii í mótálop, og við liveframførslu í REX verður roynt at vinna áskoðararnar og atkvøðurnar aftur.
Umframt eina løtu í leiklutininum sum Orkestriii, fara Eager to Please sjálvandi at spæla sín 70ára kenda rokk, soleiðis sum bert teir duga.