Eager To Please útgávukonsert

Leygarkvøldið varð bjóðað til ókeypis útgávukonsert við bólkinum Eager To Please á Rex, sum eftirhondini er blivið eitt rættuliga nógv brúkt spælistað, í mangul av einum »ordiligum« spælistaði fyri tónleikarar. Um tú møtti upp, sum ein av teimum fáu, so slapst tú at uppliva eitt vælupplagt Eager To Please á palli, sum her framførdu øll løgini av teirra spildurnýggju útgávu, sum hóast spildurnýggj, gott kundi verið útkomin innan fyri øll tey seinastu 25 árini

Konsertummæli

Líggjas Olsen

 

 

Bólkurin hevur leingi verið ávegis við eini útgávu, og loksins er hendan liðug og pakkað og hevur fingið heitið »There’s No Pleasin’ Some People«. Teir spæla harðan rokk við stórum íblástri frá legendum sum Deep Purple og Led Zeppelin. Sjálvt um menninir í Eager To Please ikki heilt kunnu sigast at vera ein partur av tí sama ættarliðnum, sum gav okkum hesar legendur, so spæla teir hetta slagið av tónleiki við stórum innlivilsi, gjøgnumført og uttan himpr.

 

Fastur samleiki og kompetentir tónleikarar

Tú hoyrir beinanvegin, at teir kenna teir tungu dreingirnir frá 70'unum og 80'unum, og burturúr tí hava teir skapt nøkur góð og vælstoypt løg, næstan sum ein heiður til sínar hetjur. Komplett við obligatoriskum solo’um og sangi, sum kastrerar hvønn ein nútímans sangfugl.

Eager To Please hava nevniliga ongantíð latið nakran iva vera um, hvat teir eru um, nevniliga harðan 70'ara rokk. Um tú vart ungur tá, so er góður møguleiki fyri, at tær dámar tónleikin, sum teir borðeiða við. Um ikki annað, so kann upplivilsið gerast eitt feitt nostalgi-tripp, tí tað er nemliga har vit eru, bæði tónleikaliga og lyriskt.

Harvið ikki sagt, at tú skalt vera komin upp í árini fyri at dáma tónleikin hjá Eager To Please. Um tær bara dámar væl­spældan rokk við nossum í, so er Eager To Please kanska júst fyri teg. Bólkurin hevur nú eitt sindur meir enn 3 ár á baki og er í dag ein væl samanspæld eind við føstum samleika og kompe­tent­um tónleikarum.

 

Reyvsparkandi rokk 'n roll

Hendan indie-rottan fór á konsert leygarkvøldið við eitt sindur blandaðum kenslum, einamest tí eg ongantíð havi havt tann stóra forkærleikan fyri júst hesum slagnum av tónleiki, ið hesir menninir spæla við lív og sál. Altso, eg kenni væl til tað og havi enntá dámt tað, men við eini náttúrligari frástøðu, sum kanska kemst av, at eg simpelthen var ov seinur á sjóvarfallinum. Eg bleiv ikki »ungur« fyrr enn fyrst í 90’unum, og tá sá tónleikaliga landslagið rættiliga øðrvísi út, enn tað hevði gjørt í mínum trygga barndómi. »Melankoli« er nokk eitt fínt orð at brúka um sálarligu støðuna, sum 90’ara tónleikarin fann seg í, í mun til upprørsku og virilu 70‘ara sálina, sum enn ídag rungar gjøgnum Eager To Please.

Á Rex leygarkvøldið stóð bólkurin og gjørdi ljóðroynd, tá eg so tímiliga møtti upp saman við tveimum vinmonnum bara fyri at finna útav, at Haraldur (E ELSKI FØRJAR) so sanniliga hevur rætt viðvíkjandi føroyskari tíð. Kl 21 merkir ikki kl 21, men minst ein hálvan tíma seinni, og soleiðis er tað bara! Ein djúpt­liggjandi konsensus, sum vit øll hava í okkum, letur tað til.

Fyri at drepa bíðitíðina við ljóðroynd, slapp ein undan at fara í barrina at bíðleggja sær eitt­hvørt drekkandi, tí hesum høvdu teir í Eager To Please syrgt fyri. Ókeypis øl og kjipps stóð á borð­unum til tey umleið 40 fólkini, ið vóru møtt upp, og hetta var við til at skapa ein fínan stemning, meðan Jónas fekk stýr uppá knøttarnar við ljóðpultin, so konsertin kundi byrja.

Tað er ikki bara at siga tað at fáa rímiliga gott ljóð á Rex. Loftið er lágt, og hølið hevur tendens at »feeda« illa, t.e tá ljóðið, sum fer út, finnur sín veg innaftur í mikrofonina og skapar ein óúthaldiligan høgan tóna. Hesum slapst ikki undan leygar­kvøldið, men so var eisini klárt at byrja útgávukonsertina. Framm­an­fyri pallin stóðu nakrir ungir menn klárir til at »dyrka tað«, meðan onnur stóðu longur afturi í rúminum.

Tað gekk ein góð løta, áðrenn eg hugsaði um, at bert eitt (!) konufólk var millum øll mann­fólkini. Tað sigur kanska heldur ikki so lítið um, hvat tað var fyri tónleikur, sum her varð spældur. Nevniliga reyvsparkandi rokk ‘n roll við heitum sum »The Bitch Is In Heat« og »Two timin’ Lady«. Føroyskar kvinnur svíkja bæði sín egna stoltleika og alla feminismurørsluna seinastu 40 árini við at møta upp at rokka til slíkt niðursetandi tvætl!

Spekulativt skemt til síðis, so veit eg ikki, hvussu væl varð lýst fyri tiltakinum, men eitt sindur tómligt var tað í hølinum á Rex, sum kann rúma rættiliga fitt av fólki.

 

Friður veri við klassisku tilgongdini

Tað ljóðaði heilt væl hjá rokkar­unum í Eager To Please, ið spældu, sum um teir bara høvdu bíðað eftir løtuni. Teir vóru frísk­ir á pallinum, og hetta smittaði deiliga væl úteftir. Serliga lang­hærdu fjeppararnir fremst móti pallinum tóktust at hugna sær óført og góvu framførsluni tað eyka sparkið av sjálvsáliti, ið ein slík skal hava.

Bólkurin flytur seg tó ikki serliga nógv, teir standa mestsum stillir og hugsavna seg um sítt ljóðføri, og hetta kann mann kanska kritisera teir fyri, sæð í ljósinum av stílinum, teir spæla (hóast lítli pallurin á Rex ikki gav teimum tann stóra møgu­leikan at flyta seg).

Mann freistast til at spyrja »hvar er langa hárið og leður­jakkarnir?« Tað hoyrir næstan til, um mann vil vera sannur ímóti stílinum. Hinvegin, so vænti eg ikki, at limirnir í bólkinum leggja stórvegis í at skapa sær soleiðis, og í síðsta enda er tónleikurin tað, tað snýr seg um.

Sum sagt, so er tónleikurin sera klassiskt uppbygdur, men fyri tað er hann ikki uttan fantasi og heldur ikki uttan sál. Tá hesi eru til staðar, so spyrst sum regul góður tónleikur burturúr. Teir spæla skidegott saman, eru fimir á sínum ljóðføri og duga at smíða løg. Dagfinn Joensen hevur eina skarpa, høga rødd, ið hóskar seg væl til kantutta tónleikin, og tað er ein fragd at hoyra Hera Reynheim spæla so góðan rokkbass, sum hann ger. Einhvør rokkbólkur er væl fyri við einum bassisti sum honum.

Kanska eg sakni, at Eager To Please bróta eitt sindur upp við ta vanligu tilgondina til tónleikin, teir gera, og soleiðis menna hendan klassiska stílin, bert fyri at gera hann eitt sindur meir útfordrandi. Men tað hava teir týðiliga slettis ikki hug til og friður veri við tí. »There’s No Pleasin’ Some People« er so satt, sum tað stendur skrivað.

Fløgan kom út fríggjadagin, og fleiri konsertir standa fyri framm­an. Tjekka Eager To Please á Myspace: www.myspace.com/egr2plz