Árliga altjóða tiltakið Earth Hour, tími jarðarinnar, var í ár 23. mars kl. 20.30 – 21.30. Heitt var á fólk at sløkkja ljós og eltól, og hugsavna seg um hvat gerast kann fyri umhvørvið.
Eins og undanfarin ár heldur Sev eyga við, um framleiðslan fellur hendan tíman. Í ár vóru fólk eins røsk at sløkkja sum í fjør. Elnýtslan minkaði 3 MW, sum er tað sama sum í fjør.
Higartil er 2020 tað árið, har flest sløktu. Tá minkaði framleiðslan 4,78 MW tímar jarðarinnar, hetta svarar til ársnýtsluna hjá einum vanligum húsarhaldi.