EasyFisk leggur um til partafelag

Tað hevur nú eydnast brøðrunum, Sammy og Stig Isaksen, sum løgdu lunnar undir fyritøkuna, EasyFisk, at finna rætta íleggjaran, sum bæði vil skjóta pening í felagið og vil luttaka aktivt í dagliga arbeiðnum. Íleggjarin er Hans Petur Ellingsgaard í Saltangará

EasyFisk
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo

Í februar høvdu vit grein í Sosialinum um, at føroyska fyritøkan í Danmark, EasyFisk, eftir bílegging um heimasíðu og telefon selir føroyskan fisk í Danmark.
Vit hava áður skrivað um hesa fyritøku, sum brøðurnir, Sammy og Stig Isaksen, hava lagt lunnar undir.
Greinin í februar snúði seg serliga um, at EasyFisk tá leitaði eftir føroyskum íleggjarum, so fyritøkan fekk høvi at veksa um sítt virksemi.

Stórur áhugi
Brøðurnir siga nú, at fleiri føroyingar, sum høvdu áhuga í at seta pening í virksemið, settu seg í samband við teir báðar.
- Vit hava tó lagt dent á, at vit helst vilja hava ein íleggjara, sum sjálvur eisini kann luttaka aktivt í rakstrinum.
Teir báðir siga, at tað nú hevur eydnast at finna rætta íleggjaran, sum bæði vil skjóta pening í felagið og vil luttaka aktivt í dagliga arbeiðnum.
Úrslitið er, at EasyFisk frá 1. apríl er lagt um til partafelag vid trimum eigarum, sum nú eru Hans P. Ellingsgaard, Stig Isaksen og Sammi Isaksen. Hesir manna eisini nýggju nevndina í felagnum.

Størri úrval
- Í sambandi vid umleggingina hava vit eisini valt at víðka um vøruúrvalid. Aftrat vanligu vørunum, sum vit higartil hava havt, er nú eisini ræstur fiskur og føroyskur alilaksur at fáa. Vit ætla so við og við at fáa uppaftur fleiri vørur at selja, siga Sammy og Stig.
EasyFisk hevur nú eisini valt at levera í smærri eindum framyvir fyri at ganga ynskjunum hjá húsarhaldum, har ikki so nógv fólk eru, á møti.
- Hetta merkir, at allur fiskur nú er pakkaður í 1000 g posar. Tó er laksur, raspad flak og ræstur fiskur pakkadur í minni eindir.

Termo-posi
Ein onnur broyting verður, at í stadin fyri sum higartil at levera posarnar í einum pappkassa, hevur felagið nú fingid sínar egnu termo-posar.
- Termo-posarnir tryggja, at vøran er fryst í fleiri tímar, hóast hon ikki kemur í frystiboksina beinanvegin. Hetta er serliga praktisk fyri okkara privatu viðskiftafólk, sum ofta fáa sína bílegging út á arbeiðsplássini.
Fyritøkan sigur, at teir ikki minst ætla sær at røkja privat viðskiftafólk, sum starvast ymsastaðni í Danmark, og á henda hátt væntar EasyFisk, at uppaftur fleiri viðskiftafólk fara at leggjast aftrat.

Royndarár
- Fyrsta árið hjá EasyFisk hevur verið eitt royndarár, og vit báðir, sum byrjaðu fyritøkuna, hava havt okkara høvuðsarbeiði í aðrari vinnu. Tí hevur okkara leiklutur í felagnum higartil verið ógvuliga avmarkaður.
Sosialurin kann leggja aftrat, at Sammy starvast innan KT og Stig er skipari.
Nú kemur so eisini tann broyting í, at tvey starvsfólk fara at arbeiða fulla tíð hjá EasyFisk og verða málini, sum felagið nú hevur sett sær fyri 2007, rokkin, er hugsandi, at enn fleiri fólk koma at arbeiða í fyritøkuni sum frá líður.

Marknaðarføring
- Eitt av málunum hjá okkum fyri 2007 er eitt nú at sláa EasyFisk fast sum ein “brand” í Danmark. Størsti parturin av peninginum, sum felagið nú hevur fingið, verður tí nýttur til marknaðarføring, siga stigtakararnir til fyritøkuna, Sammy og Stig Isaksen.

Myndatekstir:

1)EasyFisk… bilurin/ fólk…

EasyFisk hevur nú fingið nýggjan íleggjara, sum er Hans Petur Ellingsgaard í Saltangará. Felagið er skipað sum partafelag, og tvey fólk eru í fullum starvi hjá felagnum

2)termo-posi…

Termo-posarnir tryggja, at vøran er fryst í fleiri tímar, hóast hon ikki kemur í frystiboksina beinanvegin. Hetta er serliga praktisk fyri okkara privatu viðskiftafólk, sum ofta fáa sína bílegging út á arbeiðsplássini, sigur EasyFisk