EB/Streymur á nýggjum heimavølli

KÍ verður venjara sín fyriuttan, tá ið teir skulu spæla á Skála seinni í dag

Seinna hálva av Effodeildini er byrjað aftur. Í gjár spældu Víkingur og TB í Gøtu, har sigast má, at TB-leikararnir tyktust ikki at vera komnir aftur úr summarfrí, tí at Víkingur vann dystin heili 7-2. 

 

Í dag verða tveir dystir afturat spældir. Felags fyri báðar dystirnar eru, at tað eru lið úr niðaru hálvuni, ið taka ímóti liðum úr ovaru hálvuni.

 

Á Skála tekur EB/Streymur ímóti KÍ. Ja, á Skála. Orsøkin til, at EB/Streymur fyribils hevur skift heimavøll er, at graslíkið á vøllinum við Margáir verður skift í hesum døgum. Nýggjur vøllur á Eiði er eisini tøkur, men felagið sleppur ikki at spæla har orsakað av, at umstøðurnar kring vøllin ikki lúka krøvini til at spæla dyst í Effodeildini.

 

Undan dystinum er EB/Streymur nummar 10 og á aftasta plássi við seks stigum, meðan KÍ er á fimta plássi við 25 stigum.

 

EB/Streymur hevur mist tríggjar leikarar í summarsteðginum, Jákup Højgaard og Rasmus Dan Sørensen, ið eru farnir til ávíkavist Skála og B36 at spæla fótbólt restina av hesum kappingarárinum, og so Jens Michael Jensen, ið er farin av landinum í lestrarørindum. Ongin er komin afturat, og tí er hópurin hjá EB/Streymi minkaður í hesum summarsteðginum. Harafturat er Arnar Dam skaddur, og veteranarnir Egil á Bø og Marni Djurhuus spæla ikki við í dag. Egil á Bø er í feriu, meðan tað er ivasamt, um Marni Djurhuus fer at spæla aftur við EB/Streymi í ár.

 

Hjá KÍ stendur greitt, at liðið annan dystin á rað verður venjara sín, Mikkjal Thomassen, fyriuttan. Orsøkin er, at Mikkjal undir seinasta dysti ímóti NSÍ, tá ið hann eisini hevði leikbann, hevði samband við leikarar sínar undir dystinum, og tað hevði hann ikki loyvi til orsakað av leikbanninum. Tískil er leikbannið blivið longt við einum degi. Nýggi miðvallarin, Sani Tahir, hevur møguleika at spæla sín fyrsta dyst fyri felagið, meðan Páll Klettskarð er skaddur restina av kappingarárinum. Harafturat er Jákup B. Andreasen eisini skaddur og fær ikki spælt við.

 

Dysturin undir Mýruhjalla á Skála byrjar klokkan 17.