Graslíkið á vøllinum við Margáir verður skift í løtuni, og tað merkir, at EB/Streymur fyribils má finna sær ein annan vøll at spæla sínar heimadystir á. Tað hava teir funnið til Effodystin ímóti KÍ mánadagin. Tann dysturin verður spældur á Skála.
Í kvøld fer EB/Streymur at spæla venjingardyst ímóti 07 Vestur, og tá verður leitað aftur á gamlar gøtur. Tann dysturin verður nevniliga spældur á Eiði, har heimavøllurin hjá EB/Streymi var áðrenn Streymnes hevur hýst háborgini hjá felagnum síðani 2007. Dysturin verður á nýggja vøllinum niðri í Hólma.