EB/Streymur?GÍ 5?1 (1?1)
Tað skal vilja heilt óvanliga illa til, um EB/Streymur ikki fær gullkrónurnar um hálsin, tá teir 30. september hava spælt í Runavík. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir hava beina kós ímóti 1. deild.
Eina ferð undan summarsteðginum prátaðu vit við Bergur Magnussen um, at hansara lið hevði vunnið sær fremsta plássið. Tá helt hann, at støðan var komin óvart á teir, men at kappingin var lítið liðin, og at teir tóku ein dyst í senn.
Eftir stórsigurin á gøtumonnum hittu vit hann aftur. Nú er EB/Streymur seks stig undan teimum báðum, sum eru næstfremst. Tað eru trý umfør eftir, og Bergur ásannar, at sjálvt um støðan framvegis er komin óvart á teir, so kann ikki annað sigast, enn at vánirar fyri uppflyting síggja góðar út.
? Vit taka framvegis ein dyst í senn, men tað sigur seg sjálvt, at tað er torført at halda prátinum um 1. deild burtur.
Eru tit so góðir, ella eru tað hini liðini, sum ikki eru so góð?
? Vit kunnu í hvussu so er staðfesta, at higartil hava vit verið betri enn mótstøðuliðini. Vit eru ikki fluttir upp, og tí vilja vit einki siga um, hvørjar møguleikar vit fara at hava í bestu deildini. Eg kann bara siga, at vit hava einar 20 spælarar, sum møta til venjingar so at siga hvørja ferð, og at teir allir kunnu brúkast í 2. deild. Jón Sigurd Gleðisheygg er 32, Finnbjørn Zachariassen, sum nakað av tíðini hevur verið skaddur, er 31, málverjin, Óla Kristian Djurhuus, er 29, og mest sum allir hinir eru ímillum 20 og 24. So tað eru spælarar í góðum árum, og teir hava góðan hug at spæla fótbólt, heldur Bergur Magnussen.
Ein løta áðrenn tað glapp
EB/Streymur var í 1. deild í 1994. Burtursæð frá Finnbirni Zachariassen eru eingir eftir av tí manningini. Nú uppflytingin er so tætt undir borðinum, lúrir vandin fyri gummibeinum. Í 1. hálvleiki á Mølini ímóti GÍ var tað ikki sørt, at spælararnir tóktust eitt sindur strongdir.
Gøtumenn høvdu nógvar spælarar við nógvum royndum ? m. a. Janus Rasmussen, Erland Tvørfoss og Símun Petur Justinussen, sum miðskeiðis í 2. hálvleiki setti seg sjálvan inn á miðvøllin. Tá teir í 5. minutti vóru komnir á odda, lá væl fyri at lata EB/Streym gera arbeiðið, meðan GÍ bíðaði eftir møguleikanum at økja.
GÍ málið kom eftir innlegg úr vinstru, sum heimaverjan fekk beint í hitt borðið. Tá bólturin kom innfyri aftur, fekk Magni Jacobsen fótin á, bólturin fór upp í loft og dalaði niður í málið aftanfyri Óla Kristian Djurhuus.
Toppskjúttin hjá heimaliðnum, Jón Sigurd Gleðisheygg, sum í fleiri ár var verjuálit í Gøtu, javnaði beint undan steðginum. Miðverjin, Esmar Eiðisgarð, spældi eitt tvey, áðrenn hann kom til baklinjuna í høgru, og Jón Sigurd var fyrstur á innlegginum.
Seinna umfarið hevði EB/Streymur betri tak á. 26 minuttir vóru farnir, tá teir komu framum, og so gekk skjótt. Jón Sigurd snittaði við høvdinum umvegins stópan langan bólt frá Knút Vesturtún í málið. Átta minuttir seinni sendi Jákup Martin Joensen, sum hevði drigið tvørturum úr høgru, beiggjan, Eyðfinn Joensen, avstað í vinstru. Vongverjin sendi framvið Mortani Joensen í GÍ málinum, og tað restaðu sjey minuttir, tá Jákup Martin Joensen økti til 4?1 við langskoti.
Tríggir minuttir vóru eftir, tá Jón Sigurd Gleðisheygg í einum tronga í brotsteiginum fekk síðsta fótin á og staðfesti 5?1 heimasigurin.
EB/Streymur?GÍ 5?1 (1?1)
0?1: Magni Jacobsen 5.
1?1: Jón Sigurd Gleðisheygg 44.
2?1: Jón Sigurd Gleðisheygg 71.
3?1: Eyðfinn Joensen 79.
4?1: Jákup Martin Joensen 83.
5?1: Jón Sigurd Gleðisheygg 87.