EB/Streymur á bronsuplássinum

EB/Streymur vann ein sannførandi sigur í einum bæði góðum og undirhaldandi dysti við Djúpumýru í Klaksvík sunnudagin. Sjálvt um gestirnir vunnu heili 5-2, so var KÍ væl við at kalla allan dystin, og teir kundu eisini fingið fleiri mál við eitt sindur størri hepni

EB/Streymur hevur havt ein serligan eginleika at vinna dystur í formuladeildini á útivølli ímóti KÍ, og aloftast hava hesir dystir verið sera undirhaldandi við nógvum málum. Og eftir dystin í millum júst hesi bæði liðini í Klaksvík í gjár kann bert staðfestast, at dysturin hesu ferð ikki gjørdist nakað undantak í so máta.

Tað sást frá byrjan av í dystinum, at EB/Streymur hevði meir at spæla um. Teir settu seg á dystin alt fyri eitt, og fyrstu løtuna komu gestirnir eisini fram til onkrar smávegis kjansir.

Eftir góðar 10 minuttir sendi Hans Pauli Samuelsen bóltin inn í brotsteigin úr vinstra borði, har Arnbjørn Hansen kom at standa púra leysur við aftaru stong. Hesin takkaði fyri og sendi bóltin í málið til 1-0.

Eftir hetta var tað sum KÍ vaknaði. Teir løgdu nú eitt stórt trýst á EB/Streym, og næstu 20 minuttirnar var tað mest sum einvegis ferðsla á málið hjá EB/Streymi. KÍ spældi seg eisini fram til fleiri stórar málmøguleikar, men vit skuldu heilt fram á hálva tíman, áðrenn KÍ endiliga javnaði. Tá var Heðin á Lakjuni hægstur eftir horna og skallaði bóltin í netið.

Men KÍ hevði ikki meir enn fingið armarnar niður, so var aftur mál til EB/Streym. Hanus Eliasen fekk bóltin í høgru, og hann gjørdi ikki mætari enn at reka fram við fleiri KÍ-verjuspælarum, áðrenn hann smekkaði bóltin í málið til 2-1. Sera flott mál av fuglfirðinginum!

2-1 gjørdist eisini hálvleiksstøðan, og sjálvt um KÍ helst hevði verið betra liðið, so vóru gestirnir meir effektivir undan steðginum.


Gestirnir settu trumf á

Seinni hálvleikur var bert tveir minuttir gamal, tá EB/Streymur økti um leiðsluna. Hans Pauli fangaði ein bólt á KÍ-hálvuni og rak seg í góða støðu inni í brotsteiginum. Haðani fann hann ein púra leysan Sorin Anghel, sum sendi bóltin í málið til 3-1.

Hesa fyrstu løtuna av seinna hálvleiki sat EB/Streymur á tí mesta, og í onkrum føri vístu teir sera gott spæl. Men KÍ vildi tó ikki gevast, og um miðjan seinna hálvleik skaptu teir aftur spenning í dystin.

Eftir eitt sera væl spælt álop endaði bólturin hjá Denni Conteh, sum var púra leysur við René. Hesa ferð var danin ivaleysur og sendi bóltin í netið til 3-2, og so var aftur spenningur í.

Næstu løtuna gekk javnt á, og bæði liðini stríddust fyri at fáa mál, men tað var EB/Streymur, sum enn einaferð økti um leiðsluna. John Heri Dam fekk bóltin í vinstru, og sendi eitt sera gott innlegg inn í brotsteigin. Har var Arnbjørn Hansen hægstur og skallaði bóltin í mál til 4-2 við sínum næsta máli í dystinum.

Men Arnbjørn var ikki liðugur enn. Fimm minuttir fyri leiklok var hann aftur upp á spæl eftir gott forarbeiði av Hanus Eliasen, og so var 5-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Sjálvt um 5-2 ljóðar sum ein rættiliga sannførandi sigur, so var KÍ væl við at kalla allan dystin, og við eitt sindur av hepni kundu teir eisini fingið fleiri mál. Einki kann tó sigast um sigurin hjá sundalagsmonnum, sum spældu sera væl henda dagin. Sigurin var fult uppiborin í hesum góða og sera undirhaldandi dystinum í Klaksvík í gjár.