Lagt var upp til ein spennandi toppdyst í formuladeildini sunnudagin, tá EB/Streymur á triðja plássi tók ímóti B36 á øðrum plássi. Undan dystinum var B36 fýra stig framman fyri, og tí kundu teir endaliga tryggja sær silvurkrúnurnar við einum sigri ella einum javnleiki í Streymnesi.
Undan dystinum var eisini greitt, at liðið hjá B36 var illa skert til henda dystin. Teir báðir sterku miðvallarleikararnir, Mikkjal Thomassen og Klæmint Matras, vóru nevniliga ikki við vegna skaða, meðan Alex J. Dos Santos var úti við leikbanni, og hetta megnaðu sundalagsmenn at gera sær dælt av. Tað var nevnililga samansetta liðið, sum vann eftir helst besta dyst, sum er spældur við nýggja vøllin í Streymnesi hetta kappingarárið.
Undirhald fyri allan peningin
Heimaáskoðararnir í Streymnesi hava ikki fingið líka nógv undirhald fyri peningin í ár, sum tey fingu í fjør. Í fjør var spælið til tíðir sera gott hjá samansetta liðnum í Sundalagnum, men í ár hevur verið langt ímillum vøkru kombinatiónirnar og flottu málini. Síðstu dystirnar hevur spælið tó til tíðir verið sera gott, og sunnudagin var aftur ein av góðu døgunum hjá EB/Streymi.
Teir byrjaðu nevniliga sum eitt rættiliga ódnarveður í dystinum móti B36, og dysturin var bert tríggjar minuttir gamal, tá Hanus Eliasen akkurát fekk høvdið á ein innlegg frá Sorin Anghel, og via stongina fór bólturin í málið til 1-0. Ein dreymabyrjan hjá heimaliðnum.
Men Sundalagsmenn vóru ikki lidnir enn. Dysturin var bert 15 minuttir gamal, so lá bólturin aftur í málinum hjá B36. Hesa longdi Sorin Anghel eitt innkast við høvdinum, og so kundi Hanus Eliasen skjóta sítt næsta mál í dystinum. Uppiborið 2-0 til EB/Streym.
Sjálvt um tað var EB/Streymur, sum sat á tí mesta hesa løtuna, so var tað tó B36, sum minkaði um munin, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Jóhan Gunnarson sendi eitt hornaspark inn fyri málið úr høgru, og sjálvt um René Tórgarð fekk fingrarnar á bóltin, so ferðaðist hann beinleiðis í málið.
Málið til 2-1 fekk rættiliga gongd á B36, og nú royndu teir at trýsta EB/Streym, og tá fimm minuttir restaðu fyri steðgin, gav trýstið úrslit. Enn eitt fríspark bleiv sent inn í brotsteigin, og har fekk ein B36-leikari høvdið á. René stórbjargaði royndini, men returbólturin endaði hjá Sylla, sum lættliga kundi skalla bóltin í mál til 2-2, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Fantastisk mál avgjørdi dystin
Undirhaldið fyri steðgin hevði verið sera gott í Streymnesi sunnudagin, og tí kom tað ikki óvart á nakran, at liðini tóktust heldur meir varin eftir steðgin. Vindurin var eisini blivin heldur sterkari nú, og tí var ikki lætt at spæla fótbólt.
Bæði EB/Streymur og B36 royndu tó av øllum alvi at spæla bóltin ímillum sín, og bæði Sylla og Arnbjørn høvdu góðar royndir fyrsta partin av seinna hálvleiki. Fyrsti veruliga kjansurin kom tó ikki fyrrenn seinni hálvleikur var meir enn hálvrunnin. Hanus Eliasen breyt væl ígjøgnum í høgru og fann ein púra leysan Arnbjørn Hansen, sum úr fimm metrum knallaði bóltin langt upp um málið.
Men Arnbjørn skuldi fáa sítt mál í hesum dystinum, og tað kom, tá 15 minuttir vóru eftir at spæla. Hans Pauli rak upp ígjøgnum vinstru síðu, men fann ongan at spæla til. Tí rak hann nakað aftur í vøllin, áðrenn hann við eini heilt fantastiskari avlevering fann Arnbjørn, sum hevði runnið seg í góða støðu. Hesin smekkaði til fyrstu ferð, og so var 3-2.
Síðstu løtuna royndi B36 at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, men tað skuldi tó vera heimaliðið, sum fekk síðsta orðið í hesum dystinum. Í yvirtíðini fór EB/Streymur í eitt skjótt mótálop, eftir at Rafael Kwieczinski vann bóltin. Hann spældi bóltin til Hans Paula, sum fann ein púra leysan Karoly Potemkin. Hesin sendi bóltin framvið Jákupi, og so vann EB/Streymur dystin 4-2.
Við sigrinum hava sundalagsmenn tryggja sær triðja plássið, eftir at HB bert fekk javnleik ímóti KÍ, og nú kunnu teir eisini røkka einum silvurheiðursmerki, um teir vinna á B71 í síðsta umfari, samstundis sum B36 ikki fær fult ímóti HB í Havn.