Fótbóltur
Kappingarnar verða eitt sindur broyttar í mun til inniverandi kappingar, við tað at InterToto Cup kappingin nú er niðurløgd. Ístaðin verður Evropa Cup kappingin broytt soleiðis, at hon eisini gerst til eina evropeiska liga-kapping undir heitinum UEFA Europa League.
Sambært heimasíðuni hjá FSF fáa Føroyar trý lið við í undankappingina til Europa League 2009/10. HB og NSÍ/Víkingur koma við í fyrsta undankappingarumfar, umvegis avrik síni í Formula-deildini. B36 kemur við í annað undankappingarumfar sum steypavinnari, hóast teir taptu finaludystin móti EB/Streymi.
Ivi hevur annars verið um júst hetta plássið, og í UEFA hevur verið upp á tal, at møguleikin hjá einum tapandi steypafinalisti skuldi strikast heilt.
Eisini Champions League er broytt eitt sindur í mun til undanfarin ár, millum annað verða undankappingardystirnir spældir nakað fyrr enn higartil. Føroyska meistaraliðið kemur í kappingina í fyrsta undanumfari. Men í mun til undanfarin ár, sær út til at rættiliga stórur stórur møguleiki er hjá EB/Streymi at koma víðari til annað undanumfar, tí tað einans eru seks lond í fyrsta undanumfarinum. Umframt Føroyar, er talan um meistaraliðini úr Luksemburg, Malta, Montenegro, Andorra og San Marino.