Í dag lat flytingarvindeygað aftur í Føroyum. Beint fyri seinastu freist boðaði EB/Streymur frá, at felagið hevur fingið tilgongd frá tveimum spælarum. Talan er um Bárður Olsen og Jóhann Hansson Joensen, sum báðir koma til úr B36. Báðar hava somuleiðis tilknytið til EB/Streym ella Sundalagið.
– EB/Streymur hevur í dag gjørt avtalu við tveir leikarar, sum so ella so leita aftur á slóðina. Báðir hava higartil spælt við B36, men fara nú - fyribils restina av hesum kappingarárinum - at spæla við EB/Streymi. Annar er ein gamal kenningur, Bárður Olsen, sum eisini spældi við EB/Streymi seinnu helvt í fjør. Hin er Jóhann Hansson Joensen, sum er uppvaksin í Havn, men í roynd og veru er at rokna sum lokalur hjá okkum. Mamman er av Eiði og pápin frá Norðskála, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni.
B36 hevur í summar fingið tilgongd av Uros Stojanov og Hákuni Edmundssyni.
##med2##