EB/Streymur hevði einki at gera

Tí eins og í Føroyum var tað Apoel Nicosia, sum setti dagsskránna, tá teir spældu EB/Streym út úr altjóða fótbólti í ár

Har var eingin ivi. Apoel Nicosia var munandi betra liðið. Tað var staðfest á Tórsvølli í farnu viku, og í gjárkvøldi á Kypros varð søgan á Tórsvølli endurtikin.

Apoel Nicosia hevði fult tamarhald á dystinum frá byrjan til enda. Teir vunnu 3-0, hóast EB/Streymur royndi og í stóran mun eisini megnaði at halda Apoel Nicosia frá teimum stóru málmøguleikunum.


Trý mál eftir innlegg

Í roynd og veru hevði Apoel Nicosia bara ein 100 prosent møguleika, umframt tey trý málini. Henda tók Gunnar á Steig sær av, men hann megnaði kortini ikki at gera nakað við tey trý innleggini, ið førdu til kypriotisku málini.

Innleggini vóru ógvuliga væl, men tað var ikki altíð, at EB/Streymur stóð akkurát har, sum bólturin kom.


Lítið at bjóða uppá

Í farnu viku vísti EB/Streymur, at teir kundu koma framvið eftir vøllinum og koma til onkrar kjansir. Serliga Gudmund Nielsen var ein háttan tá, men hvørki hann ella hinir í EB/Streymi, munaðu nakað serligt fram eftir vøllinum í gjár.

Eini tríggjar hálvar møguleikar var alt, tað kundi blíva til.


Gott og heitt

Bárður Olsen hjá EB/Streymi letur annars rímiliga væl at dystinum í gjár.

– Har var ikki so nógv, vit kundu gera. Teir stóðu ótrúliga væl og spældu væl. Men tað var stuttligt at spæla undir góðum umstøðum við nógvum áskoðarum og góðum veðri, sigur Bárður Olsen, sum ikki helt tað vera ov heitt at spæla á Kypros.

– Tað er í øllum førum ikki nakað, vit kunnu skylda upp á, sigur Bárður Olsen hjá EB/Streymi.