Í kvølda verða tveir teir fyrstu dystirnir í 7. umfari í Betri deildini hjá monnum. Í Gundadali tekur B36 móti EB/Streymi, sum verður beinleiðis á FM1. Hóast B36 hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar, so er árstalsfelagið stórfavorittur, men søgur sigur at tað er ikki bara líka til.
Í fjør gjørdi B36 reint borð móti botn-fimm. Har í millum tríggjar sigrar á EB/Streymi, seinast B36 setti stig til ímóti einum botn-fimm liðið var í 18. umfari í 2018, tá B36 í Gundadali spældi 2-2 móti júst EB/Streymi. Seinast B36 tapti móti einum botn-fimm felagið var í 1. umfari í 2018. Mótstøðuliðið var eisini EB/Streymur.
B36 er stórfavorittur at vinna í Gundadali fríggjakvøldið, men árstalsfelagið er í mótgongd. B36 tapti greitt í grannauppgerðini móti HB, meðan verjuparturin var lítið sannførandi í 4-2 ósigrinum fyri Víkingi sunnudagin.
Andrias H. Eriksen var aftur á vøllinum, men er langt frá at vera í venjing. Hartil mátti Sonni Ragnar Nattestad út við skaða og Erling Dávidsson er framvegis skaddur. Tí skal B36 helst umskipa verjupartin, tí Alex Mellemgaard hevur framvegis leikbann.
##med2##
Sundalagsmenn hava vunnið teir báðar dystirnar, sum teir skulu vinna. Á heimavølli móti TB og Skála. Dystirnir móti topp-fimm feløgunum eru bara bonus, um tað eydnast at fáa eitt stig.
EB/Streymur verður uttan Bjarna Petersen, sum er leigaður úr júst B36. Feløgini hava eina avtalu um, at spælarin ikki spælir móti B36. Tað er ikki nógv, sum bendur á annað enn ein sigur til B36, men lagið er ikki gott í B36-húsinum í løtuni. Tí arbeiðir tíðin fyri EB/Streym, um B36 ikki fær hol á. B36 hevur sterkar einstaklingar sum Meinhard E. Olsen og Árna Frederiksberg, sum verða torførir at steðga.
##med3##
Liðtíðindini:
B36:
Ikki við: Alex Mellemgaard (leikbann), Símun Rógvi Hansen (knæskaði, 2-3 vikur), Erling Dávidsson (knæskaði, 2-3 vikur), Hugin Samuelsen (búkskaði, 3 vikur)
Ivasamur: Sonni Ragnar Nattestad
EB/Streymur:
Ikki við: Poul G. Olsen (meniskur, 1 vika), Tóki H. Johannesen (heilaskjálvti, 1-2 vikur), Bjarni Petersen (hælsinan, 1 vika), Teitur D. Olsen (leikbann, 1 dyst), Bjarki Zachariasen (knæ, 1-2 vikur)
Fakta 7. umfar:
Fríggjadagin:
B36-EB/Streymur (19.00) Beinleiðis á FM1
NSÍ-AB (19.00) Beinleiðis á FM1
Leygardagin:
TB-ÍF (14.00)
HB-Skála (17.00) Beinleiðis á FM1
KÍ-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1