EB/Streymur hevur undanvind

2. deild: Men venjarin, Bergur Magnussen, hugsar í fyrstu atløgu ikki um at flyta upp í bestu deildina

LÍF?EB/Streymur 2?3

(1?2)


? Nei, nei. Vit hugsa yvirhøvur ikki um at flyta upp í 1. deild. Vit taka ein dyst í senn, og um vit fara at megna eina endastøðu, sum verður omanfyri miðjuna, so verða vit væl nøgdir. Megna vit tað, so verður talan um stóra framgongd, um vit sammeta við undanfarin ár.

Hetta staðfestir Bergur Magnussen. Gamli skarprættarin í B36, í Streymi og í samansetta liðnum, EB/Streymi, hevur í ár ábyrgdina av liðnum hjá teimum í Sundalagnum í næstbestu deildini, og úrslitini higartil hava verið so mikið góð, at eftir fýra umfør er EB/Streymur í toppinum.

Tá vit spyrja venjaran, hvat tað er, sum hevur gjørt, at liðið, sum undanfarnu árini hevur stríðst fyri at sleppa undan niðurflyting úr 2. deild, nú telist millum oddaliðini, so hevur hann ikki nakra avgjørda áskoðan á tað:

? Vit hava fingið Jón Sigurð Gleðisheygg í miðverjuna, og hann er ein góður stuðul. Annars hava vit umleið sama fólkið, sum vit hava havt undanfarin ár. Vit venja tríggjar ferðir um vikuna, og kanska eru spælararnir eitt sindur hugaligari í ár, enn teir hava verið undanfarnu árini. Tað møta 14?18 upp hvørja ferð, og teir eru hampuliga væl fyri, sigur Bergur Magnussen, sum var væl nøgdur við fótbóltsspælið hjá sínum monnum í 1. hálvleiki móti LÍF.

Leygardagin fór EB/Streymur úr Leirvík við øllum stigunum. Tá fyrra umfarið var hálvrunnið, vóru teir frammanfyri 2?0. Fyrra málið stútaði Jón Sigurd Gleðisheygg, eftir at horna varð sent innfyri úr høgru.

Seinna málið skoraði Halldórur Joensen. Eisini í tí førinum var talan um innlegg. Eftiransingarnar vóru vánaligar, og miðvallarin fekk høvi at temja í brotsteiginum, áðrenn hann skoraði.

Stutt undan hvíldini minkaði heimaliðið um munin. Kristian í Vági stútaði frísparksinnlegg í málið, og stórar partar av seinna umfarinum var trýstið frá LÍF stórt. Tað eydnaðist teimum at javna, og tað líka sum lá í luftini, at um eitt mál fór at koma afturat, so fóru tað at verða heimamenninir, ið fingu tað.

Petur Sjúrðarberg stútaði til 2?2, eftir at innlegg var komið úr høgru.

Og so endurtók gamla søgan seg. Í øllum LÍF trýstinum hevði EB/Streymur onkur mótálop, teir fingu eitt sindur betur tak, tá stóra LÍF trýstið ikki hevði givið meiri úrtøku, og eftir uppspæl í høgru og innlegg frá Vinjardi Dam eydnaðist tað Dániali Magnussen at skora sigursmálið.

Snópisligt hjá LÍF og kærkomið hjá EB/Streymi.

? Okkum restar ein stýrimann, sum er førur fyri at broyta leikferðina. At vit vóru so grammir í 1. hálvleiki hevði við sær, at orkan gekk undan í 2. hálvleiki, og tá komu vit undir stórt trýst, staðfestir Bergur Magnussen. Komandi leygardag fara hann og hinir í EB/Streymi at taka ímóti KÍ, sum triðja leygardagin upp í slag fer at royna at fáa eitt stig burturúr málleysum javnleiki á útivølli.

Hjá LÍF hevur tað ikki hilnast væl higartil, og leygardagin verður tað aftur torført. Tá skulu teir spæla á Sevmýri.


LÍF?EB/Streymur 2?3 (1?2)

0?1: Jón Sigurd Gleðisheygg 14.

0?2: Halldórur Joensen 23.

1?2: Kristian í Vági 39.

2?2: Petur Sjúrðarberg 71.

2?3: Dánial Magnussen 88.