Tað gongur sum eftir ánni hjá EB/Streym í løtuni, og dysturin ímóti B36 við Margáir sunnudagin, var ein staðfesting av jaligu gongdini hjá sundalagsmonnum, sum annan dystin á rað vunnu stórsigur. Úrslitið hevur við sær at EB/Streymur nú bert er trý stig frá oddaliðnum úr Runavík, sum tó hevur spælt ein dyst færri.
Arnbjørn skorar eftir vild
Ímyndin av góðu gongdini hjá sundalagsmonnum er Arnbjørn Hansen, sum í síðstu tveimum dystunum hevur skorað heili átta mál, og er nú toppskjútti í Vodafonedeildini við 17 málum.
Hetta hevur við sær at Arnbjørn er mest markanti spælarin í Vodafonedeildini í løtuni, men sjálvur metir skarprættarin úr Kollafirði, ikki at hann ger nakað ørvísi nú í mun til fyrr í kappingini. Heldur metir hann at hansara avrik skal síggjast í ljósinum av góða liðavrikinum hjá sundalagsmonnum
Gott liðavrik ella ei, so skerst ikki burtur at Arnbjørn hevur gott máltev, og hevur eygað fyri at vera á rætta staðnum.Bæði fyrsta og triðja málið hjá honum, vóru typisk fyri sannar málrevar, har hann bert skuldi seta fótin á, meðan næsta málið var úrslit av einum frálíkum einmansavrikið frá Arnbirni.
Persónlig mistøk
Meðan Sundalagsmenn kunnu fegnast um trivaliga sigurin, so eru teir í B36 alt annað enn nøgdir við teirra egna avrik, sum als ikki var nøktandi.
-Vit eru okkara egnu mótstøðumenn í dag, har vit gera fleiri persónlig mistøk, og geva teimum fleiri bílig mál, segði ein vónsvikin B36 venjarin, Allan Mørkøre, eftir dystin.
B36 venjarin hevur grein í sínum máli, tí avrikið hjá B36 var als ikki gott nokk. Har var ov lítil stríðsvilji, og fleiri at spælarunum spældu langt undir vanligt støði. Av tí sama manglaði strukturur og hugflog yvir spælinum hjá B36.
Naivt verjuspæl
Hóast fyrri hálvleikur var javnur hvar spæli viðvíkur, so skoraði EB/Streymur heili trý mál. Sundalagsmenn dugdu at gagnnýta óvanliga naivt verjuspæl frá B36 til at skora trý mál fyrsta hálva tíman. Arnbjørn skoraði tey bæði fyrstu málini, meðan Gudmund Nielsen skoraði triðja málið. Beint fyri steðgin fekk innskifti Heini í Skorini minkað um munin, so støðan var 3-1 eftir fyrra hálvleik.
Í seinra hálvleiki hevði EB/Streymur fult tamarhald á dystinum, og spældu til tíðir sera væl. Tískil var tað fult í trá við spæl og kjansir, tá Arnbjørn økti til 4-1, sum gjørdist endaliga støðan.