Útsetti dysturin í EFFO-deildini ímillum EB/Streym og B36 verður spældur týsdagin 3. mars klokkan 16.15
Eftir ætlan skuldu fimm dystir verðið spældir, men vegna keðiligt veður, bleiv dysturin við Margáir í Streymnesi, ímillum EB/Streym og B36, útsettur. Nógvur kavi lá á vøllinum, og dómarin metti tí ikki, at tað var spælandi við Margáir.
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tískil avgjørt, at útsetti dysturin ímillum EB/Streym og B36 ístaðin verður spældur týsdagin 3. mars klokkan 16:15.
Úrslitini hinum fýra dystunum í 1. umfari í EFFO-deildini vórðu hesi:
NSÍ – FC Suðuroy 6-1
HB – AB 2-2
Víkingur – ÍF 2-2
TB – KÍ 1-1