Sunnudagin tekur EB/Streymur hesa ferð ímóti Víkingi, sum hinvegin hevur havt mótbrekku í ein mánað, har tað bara er blivið til eitt stig í fýra dystum, umframt at liðið reyk úr steypakappingini – bara ein dyst frá finaluni. Her má EB/Streymur sigast at vera favorittur.
ÍF, sum eisini liggur framvið har frammi, skal í sínum lagi leygardagin spæla á útivølli á Sandi, har eitt skert B71-lið tekur ímóti, tí liðformaðurin, Símun Hansen, varð útvístur mikukvøldið og nú hevur karantenu.
Grannauppgerð er í Gundadali, har kreppurakta B36 enn eina ferð skal jagstra fyrsta sigurin síðani triðja umfar, nú AB kemur á vitjan. Ein spurningur undan dystinum er, hvør skal verja AB-málið, nú Heðin Stenberg er skaddur – og tað verður í øllum førum ikki Evrard Ble, ið ger tað hesa ferð, tí hann hevur karantenu sunnudagin.
Í síðsta dystinum skal svingandi og formveika B68 á Svangaskarði taka ímóti niðasta liðnum, FC Suðuroy, ið hevur tapt síðstu seks dystirnar.