Hálvfinalurnar í Klaksvíkskappingini í fótbólti hava verið á skránni í dag. Fyrst spældu EB/Streymur og B36, og har var eingin ivi: EB/Streymur vann 3-0. Málskjúttar vóru Fróði Clementsen, Marcell og Hans Pauli Samuelsen. B36 sat á fyrra partinum av dystinum, men eftir at Dmitrij Jankovic hjá B36 var útvístur eftir bara 25 minuttum, fekk EB/Streymur yvirtakið.
Í seinnu uppgerðini spældu vertirnir ímóti NSÍ. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, sum eisini var støðan eftir 1. hálvleik. Hjalgrím Elttør legði NSÍ á odda eftir 20 minuttir, og Rodrigez javnaði fyri KÍ.
Í brotssparkskappingini vóru klaksvíkinga teir stinnaru, og endaliga úrslitið var 5-3 til KÍ. Harvið er greitt, at tað verða KÍ og EB/Streymur sum í morgin fara at spæla finalu, meðan NSÍ og B36 skulu spæla um triðja plássið.