EB/Streymur rennur avstað

Í dag varð Giza/Hoyvík sent til hús við 5-1 tapi, og harvið hava teir í Sundalagnum framvegis fult stigatal

Tað gongur strúkandi hjá EB/Streymi, sum eftir fjórða umfar í næstbestu deildini eigur einasta liðið, sum hevur vunnið fult stigatal. Í dag vann EB/Streymur trivaligan 5-1 heimasigur ímóti Giza/Hoyvík.

 

Eftir fyrra hálvleik var 2-1. Rógvi Egilstoft Nielsen setti hol á fyri heimaliðið, Bjartur Nolsøe javnaði, men Arnar Dam legði undan steðginum heimaliðið framum aftur. Tá ið Leif Niclasen eftir hvíldina økti um munin til 3-1, kendist tað í góðveðrinum við Margáir vera ein spurningur um, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Talan var um nógvar møguleikar, men tað vórðu skorað tvey mál aftrar. Leif Niclsen økti til 4-1, og miðverjin Andras Olsen staðfesti 5-1 heimasigurin.

 

Eftir trý umfør hevði næstbesta liðið hjá NSÍ fulla úrtøku. Í dag gekk tað ikki hjá heimaliðnum við Løkin. 07 Vestur vitjaði, og vágamenn fóru vestur aftur við 4-1 sigri. Eftir fyrra hálvleik var 07 Vestur frammanfyri 2-1. Eitt korter var farið, tá ið liðformaðurin Holgar Durhuus umsetti brotsspark til mál, eftir at Gunleif Magnusarson var feldur. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Andri Benjaminsen, men so svaraði Gunleif Magnusarson aftur.

 

Eftir steðgin skoraði 07 Vestur tvær ferðir. Í fyrra førinum var tað Jákup Sveinbjørn Olsen, sum skoraði fyri fyrstu ferð í ár, og fram ímóti dystarenda staðfesti Holgar Durhuus sigurin, tá ið hann tók bóltin av verjuni og umvegis stólpan staðfesti 4-1 sigurin.

 

Sigurin ber við sær, at 07 Vestur nú er á uppflytingarplássi. Leygardagin skulu vágamenn um Skopunarfjørð at hitta B71, sum vann fyrstu stigini í ár við 2-0 sigri á Argjum ídag.

 

Í Klaksvík sigraði KÍ 2-1 á HB. Gestirnir vóru frammanfyri inntil tað restaðu tíggju minuttir, tá varð HB undirmannað, og so vendi KÍ hóttandi tapi til sigur. Einki vendi rættan veg hjá HB. Umframt at málskjúttin sá reytt, so javnaði KÍ, tá ið HB gjørdi sjálvmál, og fimm minuttir seinni og tríggjar minuttir undan leikloki, skoraði KÍ sigursmálið.

 

FC Suðuroy vann fulla úrtøku ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Tað var vindur á Vágseiði, og tað kundi sæð út sum avgreiðslu spurningur hjá heimaliðnum, tá ið tað eydnaðist at halda málleysan javnleik undan steðginum og ímóti vindinum. Tað varð tó torført, tí FC Suðuroy eftir steðgin var undirmannað mest sum alla tíðina. Liðformaðurin Heri Kjærbo skoraði tvey mál - tað fyrra við beinleiðis horna - og tað var ikki fyrrenn í síðsta minutti, at Finnur Justinussen minkaði um munin við fyrsta málinum, sum Víkingur hevur skorað í ár.

Harvið eru tað HB og Víkingur, sum framvegis einki stig hava vunnið.

 

Fjórða umfar

KÍ-HB 2-1 (0-1)

0-1: Hjalti K. Djurhuus 18.

1-1: sjálvmál 82.

2-1: Jóannes K. Danielsen 87.

Reytt kort: Hjalti K. Djurhuus, HB, 79. (beinleiðis reytt) 

 

NSÍ-07 Vestur 1-4 (1-2)

0-1: Holgar Durhuus br 16.

1-1: Andri Benjaminsen 24.

1-2: Gunleif Magnusarson 28.

1-3: Jákup S. Olsen 54.

1-4: Holgar Durhuus 87.

 

EB/Streymur-Giza/Hoyvík 5-1 (2-1)

1-0: Rógvi Egilstoft Nielsen 6.

1-1: Bjartur Kjærbo 13.

2-1: Arnar Dam 34.

3-1: Leif Niclasen 47.

4-1: Leif Niclasen 67.

5-1: Andras Olsen 87.

 

 

AB-B71 0-2 (0-0)

0-1: Ibrahima Camara 69.

0-2: Ibrahima Camara 78.

 

FC Suðuroy-Víkingur 2-1 (0-0)

1-0: Heri E. Kjærbo 53.

2-0: Heri E. Kjærbo 58.

2-1: Sveinur Justinussen 90.

Reytt kort: Ari Krosslá Poulsen, FC Suðuroy, 50. (tvey gul)

 

Støðan eftir fýra umfør

EB/Streymur 12

07 Vestur 10

FC Suðuroy 10

NSÍ 9

Giza/Hoyvík 6

KÍ 6

AB 3

B71 3

HB 0

Víkingur 0

 

Fimta umfar

Leygardagin 16. apríl

Víkingur-KÍ

EB/Streymur-NSÍ

HB-AB

Giza/Hoyvík-FC Suðuroy

B71-07 Vestur