info
Ongi úrslit

EB/Streymur skal byggja upp av nýggjum

Alt felagið skal byggjast upp á nýggjum. Tað byrjar við at ungu menninir á besta liðnum reisa seg, eftir eitt minni gott kappingarár, sigur U21-landsliðsmálverjin

Tróndur Arge
8. mai 2020 kl. 15:23
Alt felagið skal byggjast upp á nýggjum. Tað byrjar við at ungu menninir á besta liðnum reisa seg, eftir eitt minni gott kappingarár, sigur U21-landsliðsmálverjin, ið stóð sum einsamallur maður við sáttmála í desembur 2019. - Eg var einasti spælarin, sum hevði sáttmála í desembur. Tá hugsaði eg at hetta fór at blíva tungt, men vit hava fingið nýggjarar spælarar. Vit gleða okkum og higartil sær tað spennandi út, sigur Rói Zachariasen, sum er útlærdur elektirkari og arbeiðir hjá LM Electric. Á pappírinum kann hetta blíva eitt langt kappingarár fyri sundalagsmenn. Spælarar sum Rógvi E. Nielsen, Hans Pauli Samuelsen, Arnar Dam, Svein Knút Magnussen, Steffan Á. Løkin og Ragnar Samuelsen eru ikki við í ár. Tað gekk eisini rúm tíð, áðrenn Jákup Martin Joensen játtaði at halda fram sum venjari. Tilgongd Síðani hava boðini verið betri. Hjalti K. Djurhuus og Símun Sólheim eru komnir úr HB, Magnus Heinason og Fannhard Skoradal er komin úr Víkingi, Bjarni Petersen er leigaður úr B36 og Bjarki Zachariasen er komin úr donskum fótbólti.  -  Sjálvandi vilja vit gera tað betri enn í fjør, men vit vita eisini at nakrir profilar eru vekk, og vit hava fingið meiri óroyndar spælarar, so nú fáa vit at síggja. Um vit gera tað betri enn í fjør so eru vit nøgdir, sigur Rói Zachariasen.  
Myndin er ikki tøk
Eitt er at besta mansliðið skal byggjast upp á nýggjum, men tað er eisini neyðugt at byggja alt felagið upp á nýggjum. Tað er eftirhondini nøkur ár síðani, at spælarar sum Arnbjørn T. Hansen, Gert Å. Hansen og Hans Pauli Samuelsen komu gjøgnum rekkjurnar hjá EB/Streymi. Síðani hevur verið langt í millum, at spælarar eru komnir gjøgnum ungdómsrekkjurnar og hava sett sín dám á føroyskan fótbólt. - Jákup Martin plagar at siga, at hetta er ikki eitt projekt upp á eitt til tvey ár, men hetta snýr seg um at byggja eitt heilt felag upp. Tað kemur at taka nógv ár, tí tað snýr seg ikki bara um besta liðið Tað koma ov fáir spælarar ígjøgnum og langsiktaða málið er at fáa nógv fleiri spælarar úr Sundalagnum, sum klára at býta seg fastar á liðið. Sum tað var við liðnum í 2006, sigur Rói Zachariasen. EB/Streymur skal leygardagin spæla móti HB í Gundadali. FM1 og In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Betri deildin menn 1. umfar: Leygardagin 9. mai: NSÍ-TB (15.00) HB-EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1 Skála-ÍF (16.00) KÍ-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1 AB-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava sjálvstøðuga avrúsingareind

45 minuttir síðan
Tíðindi

Heilsuhjálpararnir sprongdu almenna lønarkarmin

1 tími síðan
Tíðindi

Larmandi skut­ar­ar ó­rógv­aðu náttar­friðin í Runavík

2 tímar síðan
Tíðindi

Kaleb – nýggj skaldsøga

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Ara vann fyrsta sigurin síðani 4. juli

3 tímar síðan
Tíðindi

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

3 tímar síðan
Tíðindi

Talskvinna hjá Trump gevst eftir fáum døgum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer var toppskjútti tá Stoholm vann fyrsta sigurin

5 tímar síðan
Tíðindi

Heysthugni og óvænt­aðar tón­leika­upp­liv­ingar í Havn

5 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax tapti fyri Roskilde í toppuppgerðini

6 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

12 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

12 tímar síðan