Tað verður á grasinum á Tórsvølli og ikki á graslíkinum á Ovara vølli í Gundadali, at EB/Streymur tekur ímóti Manchester City.
Hetta verður 17. juli klokkan 19.00, og Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, dylur ikki fyri, at talan er um gott lutakast. Ikki minst fíggjarliga.
- Hvat hetta merkir í krónum og oyrum, tori eg slettis ikki at gita um. Men vit hava longu fingið fyrispurningar frá fleiri sjónvarpsstøðum, og uttan iva ber eisini væl til at selja lýsingarpláss til ein slíkan dyst, sigur Rólant Højsted.
Og sum vera man, so var formaðurin fegin, tá kúlan við Manchester City kom úr pottinum.
- Har vóru ikki so nógvar kúlur eftir, tá okkara kom upp. Ein av teimum, sum vóru eftir, var tann við Manchester City, so sjálvandi fegnaðist eg um hetta. Eg sat eisini soleiðis fyri, at Platini sat beint framman fyri meg, meðan umboðini hjá Manchester City vóru undir liðini á mær, og eg haldi, at teir gjørdist nakað bilsnir, tá teir sóu, hvussu glaður eg varð, sigur Rólant Højsted.
Og so heldur hann eisini, at talan er um spennandi ítróttarliga avbjóðing.
- Tað er ikki so, at vit fantasera um at sláa teir úr kappingini, men fyri spælararnar er hetta ein stór avbjóðing, og eg ivist ikki í, at teir leggja nógv fyri, soleiðis at úrslitið verður so gott, sum til ber, sigur Rólant Højsted.