Hagtølini vóru ikki við sundalagsmonnum undan vitjanini í Gundadali. Sjey ferðir áður høvdu teir roynt seg móti HB á útivølli, og hvørja ferð hevði havnarliðið sigrað, og ongantíð hevði tað eydnast EB/Streymi at skora. Men fleiri høvdu helst ein varhuga av, at hesaferð var møguleikin hjá EB/Streymi størri, enn hann áður hevði verið.
Hendingarríkur fyrri hálvleikur
Dysturin byrjaði við nógvari ferð, og tað var heimaliðið, sum beit mest frá sær fyrstu løtuna. Tað var tí ikki heilt óvæntað, at teir løgdu seg á odda, tá ið 17 minuttir vóru leiktir. Ein bóltur verður sendur inn í brotsteigin hjá EB/Streymi úr høgru síðu. Verjan hjá sundalagsmonnum fær lossað bóltin eitt sindur útfrá, men staddur einar tveir metrar uttan fyri brotsteigin mitt fyri, tekur Jákup á Borg bóltin niður við bringuni, áðrenn hann hegnisliga sendir bóltin upp í handara málhorn til 1-0.
Eftir hetta kom EB/Streymur meiri við í dystin, og spælið var fyri tað mesta á miðvøllinum, har Rafael Kwiecinski hjá EB/Streymi og Emil N. Leifsson hjá HB stóðu sterkir í myndini.
Hans Pauli gjørdi søguligt mál
Sjey minuttir vóru eftir at leika av fyrra hálvleiki, tá ið Hans Pauli Samuelsen bráddliga gerst leysur í høgru síðu av HB-brotsteiginum, og víkamaðurin sendir bóltin í einum bleytum boga framvið Bárði í HB-málinum í handara síðunet til 1-1, og stór frøði á gestunum, sum nú høvdu fingið fyrsta landskappingarmálið móti HB í Gundadali.
Men gestirnir høvdu ikki meira enn fingið armarnar niður aftur, so lá bólturin í teirra egna málið. Jákup á Borg breyt ígjøgnum í høgra borði, og bólturin kom útfrá til Rók av Fløtum Jespersen, sum staddur áraka brotsteigarmarkið sendir bóltin flatt eftir jørð í netið dygst úti við annan stólpan, og so vóru havnarmenninir aftur á odda.
Komu fyri seg aftur
EB/Streymur gav ikki skarvin yvir, og tveir minuttir fyri hálvleik javnaði Sorin Anghel við einum skallara, tá ið Bárður Johannesen ivaðist, um hann skuldi koma út ella blíva inni í málinum, og í yvirtíðini í fyrra hálvleiki fingu sundalagsmenn brotsspark, tá ið Rasmus Nolsøe brúkti hondina til at fáa bóltin av vandaleið. Brotssparkið setti liðskiparin hjá EB/Streymi, Egil á Bø, í netið til 3-2, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Eftir steðgin royndi HB at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, men teir fingu ongantíð av álvara sett gestirnar undir nakað støðugt trýst. Tvær ferðir vóru tó boð eftir René í málinum, og hann vísti í hesum løtum hvørjar dystir, ið eru í honum. Tá ið tríggir minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina, var um reppið, at HB javnaði, tá ið málverjin hjá HB, Bárður Johannesen, sum var komin framvið til eitt hornaspark, skeyt í síðunetið. Men inn vildi bólturin ikki, og tí fóru gestirnir norður aftur við øllum trimum stigunum, og teir sita nú á ovastu rók í Formuladeildini saman við B36 við fullum stigatali eftir teir báðar fyrstu dystirnar.