EB/Streymur spældi verjuspæl og fekk síni fyrstu stig

Fótbóltur: B36 hevði næstan alt spælið, men sundalagsmenn fóru við øllum úr Gundadali leygardagin

Felagsliðið EB/Streymur fekk eina ringa byrjan upp á landskappingina, har teir taptu tveir teir fyrstu dystirnar, sum báðir vóru heimadystir, móti ávikavist Royn og KÍ.

Men leygardagin bragdaði endiliga hjá EB/Streymi, tá teir vunnu 2-1 í Gundadali móti B36.

Tað byrjaði annars ikki serliga væl. Tað vóru bert spælt 35 sekund, tá Tórálvur Jacobsen slapp at standa púra leysur framman fyri málinum hjá sundalagsmonnum, og hann skoraði til 1-0.

Felagsliðið hevur ikki tað nógva fólkið at taka av í ár. Fleiri av monnunum sigla úti og eru sostatt bert heima av og á, og harumframt eru nógvir skaðar. Av tí sama hevði EB/Streymur eina varna útgangsstøðu í Gundadali leygardagin, og B36 hevði so at siga alt spælið. Kortini eydnaðist tað sundalagsmonnum at fáa tvey mál áðrenn hálvleik. Tað fyrra gjørdi Dánjal Magnussen, og tað seinna var eitt fríspark, sum fyrrverandi B36-arin Jákup W. Hansen sendi beinleiðis í netið.

EB/Streymur var í 1. deild í 1994, men steðgurin í bestu deildini var ikki langur. Teir fingu skavað sær sjey stig saman á heimavølli, men taptu allar útidystirnar rættiliga sannførandi, m.a. 9-0 í Gøtu og 8-2 í Klaksvík. Í ár verður als ikki tosað um 1. deild. Tað er fólkagrundarlagið stutt sagt ikki nóg gott til í løtuni. Men liðið eigur at megna at halda sær uppi í næstbestu deildini, um hugur og vilji er til tess. Eftir sigurin á B36 komu teir av aftasta plássinum upp á næstaftasta pláss.