Nevndin upplýsir har, at sáttmálarnir eru galdandi fyri komandi kappingarár. Høgni Zachariassen er miðvallarleikari úr ÍF, meðan verjuleikarin Fróði Clementsen seinasta kappingarár spældi við AB. Hann er annars uppvaksin í B36, men hevur áður spælt við EB/Streymi. Fyri kortum gjørdi EB/Streymur eisini sáttmála við unga Levi Hanssen, so hóast kappingarárið endaði fyri tíð síðani, so hendir framvegis ein rúgva kring felagsliðið í Sundalagnum.