Svenskarar og onnur, ið síggja svensku sjónvarpsrásina, TV4, fara í annaðkvøld klokkan 20 at kunna fylgja við í beinleiðis sending, hvussu tað gongur EB/Streymi í fyrra Europa League-dystinum á Fredriksskans ímóti svenska felagnum, Kalmar FF.
Hetta er fjórðu ferð, at EB/Streymur er við í europeisku kappingunum. Besta úrslitið fekk felagið í 2007, tá finska MyPa-47 var mótstøðuliðið. Ta ferðina fekk EB/Streymur javnleik 1-1 á heimavølli og tapti tepur 1-0 á útivølli.
Tað er nakað av hesum, felagið helst vil royna at endurtaka í annaðkvøld, men samstundis kann tað darva eitt sindur, at EB/Streymur síðstu tíðina hevur havt fleiri skadda spælarar, so illa hevur ligið fyri at spælt við sterkastu uppstilling. Men í mongum dystum hevur tað víst seg, at teir, ið eru komnir inn á liðið, hava gjørt tað gott.
Hóast síðstu úrslitini í landskappingini ikki hava verið eftir vild hjá sundalagsmonnum, plaga teir at spenna seg øgiligt út, tá europeisku dystirnir eru á skránni. Svenskur fótbóltur helst er eitt sindur sterkari enn finskur, men kortini eru vónir um, at EB/Streymur kann lyfta seg og fáa líknandi úrslit sum í 2007.
Skuldi tað hent, at EB/Streymur hevði bæði hepni og hegni við sær ímóti Kalmar FF, eru mótstøðuliðini í øðrum umfari annaðhvørt Dacia úr Moldavia ella Zeta úr Montenegro, sum endaðu ávikavist sum nummar fimm og fýra í undanfarnu landskappingunum.