EB/Streymur í vandasjógvi

Fótbóltur: Taptu við einum máli í Runavík

2. deild menn:

NSÍ?EB/Str. 1?0 (0?0)


Setningurin hjá EB/Streymi sá út til at vera, at teir skuldu í hvussu so er hava tað við sær, sum teir vóru komnir til Runavíkar við, og tað er væl skiljandi, tá hugsað verður um, hvørjari støðu teir eru í. Javnleik á útivølli og sigur á heimavølli hevði verið nóg mikið til framhaldandi tilveru í næstbestu deildini. Hesa ferð eydnaðist tað ikki at halda tætt, og tað verður eisini torført tær báðu næstu ferðirnar, tá teir fyrst skulu til Leirvíkar og síðani fáa vitjan av FS Vágar. Tað er ikki at undrast á, um teir norðuri í Eysturoy og Streymoy kenna plássið í næstbestu deildini brenna undir sær.

NSÍ hevði leikliga yvirvág, men teir høvdu ikki nógvar upplagdar málmøguleikar. Málið fingu teir miðskeiðis í 2. hálvleiki, og tað var eitt sindur undarligt mál. Búgvi Jacobsen sendi horna úr vinstru til Ken Nónklett, sum frá nærra stólpanum sendi út aftur í horni. Búgvi sendi síðani úr spískum í handara stólpan, men bólturin hevði ikki farið í málið, um hann ikki hevði komið aftur í Karsten Vang í málinum.

Sverri Jacobsen skifti fleiri spælarar inn á liðið hjá EB/Streymi, tá NSÍ var komið á odda. Sundalagsmenninir høvdu í álopspartinum fyri tað mesta dúvað upp á langar bóltar, men sum tað leið móti endanum fluttu teir alt fólkið longri fram, og trýstið øktist á málið hjá Ólavi Højgaard, sum eina ferð var heppin, tá hann í fyrstu atløgu hálvbjargaði stútara, og fekk fatur á returinum, áðrenn mótstøðumaðurin var á bóltinum.

Um miðjan 2. hálvleik var Mortan Hansen settur inn í NSÍ álopið. Hann hevði eitt gott skot úr brotsteiginum, men tað fór við síðuna av málinum. Hetta mundi í síðsta enda ikki bila so nógv hjá NSÍ og teirra viðhaldsfólkum. Tey trý stigini gera, at teir eru ikki so langt frá bronsuplássinum, sum TB er á. Komandi sunnudag skal NSÍ spæla á Sevmýri. Tað verður strevið, men um eysturoyingarnir fara at megna at vinna, so verða teir sjálvir harrar yvir, um teir aftaná 18. og síðsta umfarið skulu standa við bronsukrónunum.

Men enn er gøtan, sum gongur til bronsuna, knortlutt hjá NSÍ, tí aftaná vitjanina á Tvøroyri, skulu teir spæla á heimavølli móti LÍF og FS Vágar og á útivølli móti GÍ, sum stríðist fyri lívinum í deildini.