EB/Streymur vann níggju stig móti AB hetta kappingarárið

AB megnaði ikki at vinna somikið sum eitt stig móti EB/Streymi í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið

Seinasta triðingin av kappingini í Betrideildini hjá monnum fara vit at taka samanum hvussu tað hevur gingist í teimum trimum dystunum liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum.

 

Tað hevur gingist framúr væl hjá EB/Streymi móti AB hetta kappingarárið í Betrideildini.

 

EB/Streymur hevur gjørt slætt borð móti AB, og hevur vunnið allar tríggjar dystirnar móti AB. Nakað sum kann hava stóran týdning tá talt verður saman aftaná 27 umfør.

 

EB/Streymur hevur í hesum trimum dystunum skorað níggju mál móti AB, meðan AB bert hevur skotið tvey mál móti EB/Streymi í Betrideildini í 2023.

 

EB/Streymur-AB 2-0 (2-0) - 5. mars

 

AB-EB/Streymur 1-3 (1-1) - 12. august

 

EB/Streymur-AB 4-1 (4-0) - 20. august

 

Kelda: FaroeSoccer