EB/Streymur vann á NSÍ

Fyrra málið skoraði Arnbjørn Hansen tá gott korter var leikt av seinna hálvleiki. Ein langur bóltur var sendur inn í brotsteigin hjá NSÍ, og Jóhan Troest Davidsen skuldi koma upp til bóltin, men fekk ikki fatur á honum.

 

Tað gjørdi Arnbjørn Hansen harafturímóti, og hóast Tórður Thomsen var komin væl út úr málinum, fekk hann ikki bjargað. So var støðan 1-0 til EB/Streym.

 

Tá góðir 22 minuttir vóru leiktir, skoraði EB/Streymur eitt mál afturat. Levi Hansen sendi ein bólt frameftir, Arnbjørn Hansen streyk avstað við honum, men ístaðin fyri at skjóta sjálvur, legði hann bóltin trørturum til Hans Paula Samuelsen, sum bara skuldi seta fótin á. Eitt sera einkult og vakurt mál, verður sagt úr Streymnesi.

 

NSÍ royndu at trýsta móti endanum, og vóru nær við at fáa mál eisini, men fingu ikki bóltin inn. Við hesum hevur EB7streymur styrkt um leiðsluna í Formuladeildini.