Ebba Adam í Klakvík 80 ár

Týsdagin 21. oktober fylti Ebba Adam í Klaksvík 80 ár

Ebba, sum er ættað úr Søldarfirði og avgjørt hoyrir til tey stillu í landinum, hevur búð á Gerðareiði í Klaksvík síðani stutt eftir 2. heimsbardaga. Hon býr framvegis í heiminum, sum hon og maðurin bygdu í Kráargøtu, sum vegurin hevur verið nevndur eini 35 tey seinastu árini.
Elsebeth Kristina ella Ebba, sum hon altíð hevur verið nevnd, er úr Byrgi í Søldarfirði. Foreldrini vóru Hanna, sum var ættað úr Æðuvík og vaks upp í Byrginum, og Hans Marius Solmunde. Ebba var næstelst av fimm systkjum: Petur, sum búsettist í Noregi, Ebba, Jóhannus, sum býr í Søldarfirði, Sólarn, sum búsettist í Syðrugøtu og Jonnhild, sum býr í Søldarfirði.
Hanna doyði í 1933. Tá var hon bara 28 ára gomul. Hans Marius giftist uppaftur við Lenu Niclasen úr Sørvági, sum sat einkja í Søldarfirði. Hon hevði verið gift við beiggja Hans Marius, Sámal Peturi, sum fórst við Immanuel í 1932. Tá sat Lena sum 22 ára gomul einkja við trimum børnum ? Oda og Arne, sum bæði búsettust í Klaksvík, og Hjørleif, sum búsettist á Tvøroyri. Lena og Hans Marius fingu fimm børn: Sámal Petur, sum búsettist í Noregi og doyði fyri stuttum, Ansa og Selma, sum búgva í Søldarfirði, Sofus, sum búði í Noregi og doyði ungur av vanlukku og Hasla, sum býr í Klaksvík. Í Byrginum hjá Lenu og Hans Mariusi vóru altso míni børn, tíni børn og okkara børn. Trettan í alt, og tey yngru vórðu fødd eftir at tey elstu vóru farin út.
Ebba giftist við Alan Andrew Adam, sum var skoti og bretskur hermaður í Søldarfirði undir krígnum. Tey bæði fingu tvær døtrar. Hanna og Janet, sum báðar búgva í Klaksvík.
Ebba og Alan Andrew arbeiddu bæði fisk hjá Kjølbro. Hann doyði í 1966, og nú eru tað fleiri ár síðani, at Ebba gavst at arbeiða. Í heiminum hjá teimum plagdu nógvir søldfirðingar at vitja og ferðast, og døtrarnar saman við familjunum hava verið nógv hjá Ebbu. Ikki minst tey fimm ommubørnini og kanska serliga Todi, sum Ebba við stórum áhuga fylgir, tá ið hann og FCK eru at síggja á onkrari sjónvarpsrás.