Ebba Hentze, rithøvundur og týðari, fekk fyri løtu síðani Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt slóðbrótandi arbeiði fyri føroyskar bókmentir
- Nú er alt sagt, so eg veit ikki, hvat eg skal siga. Men eg eri øgiliga glað, sigur ein lítillátin Ebba Hentze, nú hon hevur fingið størstu føroysku mentanarvirðislønina
Í grundgevingini fyri at lata Ebbu Hentze Mentanarvirðisløn Landsins segði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, millum annað:
Ebba Hentze hevur ríkað føroyskar bókmentir gjøgnum eitt virkið lív sum rithøvundur og týðari. Hon hevur skrivað barnabøkur á altjóða støði, sum eru varðar í føroyskum bókmentum.
Sum týðari hevur hon framt stórverk at fáa føroyskar bókmentir út í heim. Hon hevur enduryrkt føroyskar yrkjarar til fremmand mál, og hetta hevur hon megnað at gjørt uttan ta stóru lønina, men á so høgum støði sum bara góðir yrkjarar kunnu gera.
Ebba Hentze hevur verið Føroyum og føroyskum bókmentum ein dyggur stuðul. Fyri hetta slóðbrótandi og áhaldandi bókmentaliga starv verður veitt henni Mentanarvirðisløn Landsins.