Ebenezer avlýsir samfelagsstevnuna

Korona er orsøkin til, at samfelagsstevnan í næstu viku er avlýst

Samfelagsstevnan í fjør var avlýst, og í dag boðar Ebenenezer frá, at samfelagsstevnan í 2021 er avlýst.

 

Ebenezer bjóðaði fyrr í mánaðinum til samfelagsstevnu, sum skuldi vera í Ebenezer frá mikudegnum í næstu viku og í ítróttarhøllini á Hálsi frá fríggjakvøldinum og fram til og við sunnudagin 7. november.

 

Men í dag boðar Ebenezer frá, at samfelagsstevnan frá 3. og fram til 7. november er avlýst. Tað plaga at vitja nógv hundrað og eisini omanfyri túsund fólk úr øllum landinum, tá ið samfelagsstevnan er í høvuðsstaðnum.

 

Ebenezer skrivar soleiðis á heimasíðuni:

 

Samfelagsstevnan 2021, sum skuldi vera í døgunum frá mikudegi 3. november til og við sunnudag 7. november, er avlýst.

 

Vit harmast almikið avgerðina, men av tí at koronutilburðirnir í løtuni seta met, og talið av smittaðum alsamt økist, og tilmælini frá myndugleikunum er at avmarka størri samkomur sum mest, er avgjørt at avlýsa stevnuna á hesum sinni.

 

Vit biðja og vóna, at tamarhald skjótt verður á støðuni, og at høvi verður at halda samfelagsstevnu komandi ár, verður skrivað á ebenezer.fo.  

 

Leygdardagin varð boðað frá á heimasíðuni hjá Ebenezer, at fyribils vóru øll tiltøk í Ebenezer avlýst. Har vóru eingi tiltøk í gjár, og nú er altso boðað frá, at samfelagsstevan í næstu viku er avlýst.