Leiðslan í Ebenezer undirstrikar enn eina ferð, at hon ikki tekur undir við sjónarmiðum, sum vóru borin fram um Elton John og vitjan hansara. Á heimasíðuni hjá Ebenezer samkomuni í Havn er í kvøld henda fráboðan:
Sum vit longu fyrr hava boðað frá í Dimmalætting 7. juni, tekur leiðslan í Ebenezer ikki undir við teimum áskoðanum um Elton John og vitjan hansara í Føroyum, sum bornar vórðu fram á talarapallinum í Ebenezer sunnukvøldið 6. juni.
Samkoman í Ebenezer hevur sum aðalendamál at bera gleðiboðskapin um Jesus Kristus og um ævigt lív við trúnni á hann. Vit royna eftir besta førimuni at bera henda boðskap við sangi og talu.
Vit harmast tí um, at fokus varð flutt frá gleðiboðskapinum, sum Suðurstreymoyar Manskór hetta kvøldið á serstakan hátt bar fram í sangi og talu.