Ebenezer verður bygt um

Stóri salurin í Ebenezer verður bygdur um. Tey vóna, at arbeiðið verður liðugt tann 1. november. Meginparturin av arbeiðinum verður gjørt ólønt

Samkomuhúsið Ebenezer í Havn hjá brøðrasamkomuni verður bygt um. Ovari salur verður umbygdur. Nýggjur pallur verður gjørdur og balkongin verður eisini umbygd. Balkongin er minkað, og benkurnar verða gjørdar eins og trappur, so at tey, sum sita aftast eisini síggja væl oman á pallin.
Eitt minni rúm er gjørt, sum verður stova. Eisini hava tey gjørt eitt rúm til teknikkin. Salurin fer at rúma um 700 fólkum.
Napoleon Vang er virkin í Ebenezer, og hann letur væl at arbeiðinum:
- Nógv av arbeiðinum verður gjørt ólønt. Gólvið, gongir og veggir hava vit fingið løntar handverkarar at gera, men annars eru tað fólk úr Ebenezer, sum gera alt. Vit halda summarfrí nú, men vit ætla at fara í gongd aftur um hálvan august, sigur Napoleon.
10.000 tímar av óløntari arbeiðsorku
- Vit arbeiða hvønn dag uttan mikudag og sunnudag. Vanliga eru um 20 til 30 fólk hvørt kvøld og hjálpa til. Eg havi rokna út, at tað higartil eru nýttir 10.000 tímar í óløntari arbeiðsorku.
- Vit vildu fegin byggja um, tí at tað trongdi til. Tað er einki gjørt síðani 1964. Tit tíðindafólk tosa altíð um deadline, og vit hava sett okkara deadline til 1. november, tí at tá byrja samfelagsmøtini, sigur Napoleon.
Hitt fyrsta Ebenezer-húsið varð tikið í brúk 17. juli 1905. Í 1932 varð vaksið um húsið, og í 1963-64 varð gamla húsið tikið niður, og núverandi hús varð bygt í staðin. Gamli Ebenezer-bygningurin er tann, sum nú stendur í Saltangará. Tað var bygt upp aftur har, og húsið verður nú kallað fyri Berøa.
Møtir á ólavsøku
Ebenezer liggur í miðbýnum, og har eru nógv fólk, sum ganga framvið. Útimøtini á ólavsøku uttanfyri Ebenezer eru vorðin ein býarmynd. Møtini verða eisini í ár:
- Vit hava útimøtir ólavsøkuaftan og ólavsøkudag. Eisini verður opið hús, sum tey ungu skipa fyri, eftir útimøtið ólavsøkuaftan.
- Tað er stórur aktivitetur á ólavsøku, og her eru eisini nógv full fólk, men øll fara væl um. Vit kunnu ikki klaga um nakrar trupulleikar hasum viðvíkjandi.