Ebola breiðir seg framvegis skjótt

Stúrt verður fyri, at nú eru kanska 60.000 fólk smittað og 20.000 eru deyð av Ebola

 


Ebola breiðir seg framvegis í Vesturafrika.

Statens Serum Institut sigur í síni nýggjastu frágreiðing, at seinasta almenna uppgerðin hjá WHO, alheims heilsustovninum hjá ST, vísa, at sløk 19.000 fólk eru smittað við ebola og at sløk 7.000 fólk eru deyð.

Men stúrt verður fyri, at nógvir tilburðir eru ikki skrásettir og at veruligu tølini eru tvær ella tríggjar ferðir hægri.

Annars frættist eina ferð, at tamarhald var á smittuni og at tekin vóru um, at hon var farin at hæsa av aftur, men enn verða nógv fólk smittað.

 

Tað eru serliga tey trý londini í Vesturafrika, Guinea, Sierra Leona og Liberia, sum eru harðast rakt.

Men onnur lond í Afrika eru eisini rakt, Nigeria, Senegal og Mali, umframt tvey lond uttanfyri Afrika, Spania og USA

Men hvørki í Nigeria, Senegal, ella í Spania er nøkur smitta longur og tað eru heldur eingi tekin um, at smittan hevur breitt seg í Mali og í USA, sigur Statens Serum Institut.

 

Í Guinea er verða alsamt fleiri smittað, tí har verða 75-148 fólk smittað um vikuna, men tað er stórur munur á, hvat í Guinea, talan er um. Tað er nevniliga mest í høvuðstaðnum, Conakry og har um vegir, annars mitt og norðaliga í landinum, at smittan breiðir seg.  

Í Liberia fellur talið á teimum, sum eru smittað, men fyrstu vikuna í desember vórðu 100 nýggir tilburðir staðfestir, helst í høvuðstaðnum, Monrovia, og har um vegir.

Harðast rakt er Sierra Leona, har nógv fólk framvegis verður smittað. Fyrstu vikuna í desember, vórðu 397 nýggir tilburðir av ebola staðfestir og teir allarflestu eru í høvuðsstaðnu, Freetown og har um vegir. Men annars er ebola allastaðni, uttan í syðra parti í landinum.

Tað eru eisini nógv heilsustarvsfólk, sum eru smittað við ebola, og fyri eini viku síðani varð gjørt upp, at 639 heilsustarvsfólk hava fingið ebola og av teimum eru 349 deyð av sjúkuni.

Ebola hevur ongantíð gingið so illa sum nú og er eitt dømi um, hvussu hart tað rakar, tá ið ein sjúka, sum ikki smittar serliga illa, fer at ganga í londum, har heilsuskipanirnar eru veikar og har tey hava heilt serstakar siðir í sambandi við jarðarferðir, sigur Statens Serum Institut.

 

Arbeitt verður dúgliga fyri at finna eitt koppsetingarevni, men tað fer neyvan at ganga teimum, sum verða rakt í hesum umfari, sigur stovnurin.

Danska uttanríkismálaráðið mælir frá, at fólk fara til Sierra Leona, Liberia og Guinea og tey, sum eru har, eiga at umhugsa gjølligat sleppa av sær av landinum.

Tey, sum verða verandi, eiga at tryggja sær atgongd til privata viðgerð og pláss í eini privatari ætlan um at flyta fólk burtur úr økinum.

Annars mælir uttanríkisráðið mælir teimum, sum ferðast til londini, ið eru rakt av ebola, um at kunna seg um viðurskiftini og undir øllum umstøðum verður mælt til, at tey skráseta seg hjá uttanríkismálaráðnum, sama hvussu stutt vitjanin er.