Ebola-sjúkan kann hótta stórbýir

Heimsheilsustovnurin WHO ávarar nú um, at ebola-sjúkan kann fara at breiða seg til stórbýirnar í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, um tað ikki eydnast myndugleikunum at fáa tamarhald á sjúkuni skjótt. Tað skrivar Reuters.

-Eingin hevur tamarhald á sjúkuni. Støðan er sera, sera álvarssom, og verður einki gjørt nú, kann sjúkan breiða seg, og teir stóru býirnir kunnu koma í vanda, sigur Eugene Kabambi, sum er WHO-talsmaður í høvuðsstaðnum í Kongo, Kinshasa.

Sagt verður, at sjúkan hevur kravt 31 mannalív higartal, og at fimm heilsustarvsfólk eru millum teirra, sum hava latið lív av sjúkuni.

Ebola er ein smittusjúka, sum elvir til bløðingar, og umleið 90 prosent av teimum, sum verða smittað, doyggja. Enn er eingin heilivágur at viðgera sjúklingarnar við.

Ebola-virusið varð fyrstu ferð staðfest í 1976 í Sudan og Zaire (núverandi Kongo). Umleið 400 fólk doyðu tá av sjúkuni.