ECL: Hesir byrja fyri HB

Europa Conference League: Kevin Schindler hevur sett liðið, sum skal skriva søgu fyri HB

Kevin Schindler, venjari hjá HB, hevur sett liðið, sum skal verja 4-0 leiðsluna frá fyrra dystinum í Europa Conference League móti Buducnost Podgorica.

 

Tað verða teir somu 11, sum byrja inni. Teitur M. Gestsson er liðskipari og byrjar í málinum. Í verjuni verða Heri H. Mohr, Hørður Askham, Bartal Wardum og Daniel Johansen. Á miðjuni er Heðin Hansen á verjukenda miðvøllinum, meðan René S. Joensen og tvímálskjúttin frá seinast, Michal Przybylski.

 

Adrian Justinussen er á vinstra vongi, Pætur Petersen á høgra vongi, meðan Mikkel Dahl er áleypari. Hetta eru teir somu ellivu, sum byrjaðu í sigrinum í fyrra dystinum.

 

Europa Conference League returdysturin millum Buducnost Podgorica úr Montenegro og HB, byrjar klokkan 19. Televarpið vísur dystin ókeypis á Rás1. FM1 hevur frásøgn frá dystinum millum Víking og NSÍ, og hevur heimildarmann í Podgorica.