Ølin er sambært Eclipse bryggja av jólakærleiksekstraktum við heilt serligum jólakærleika. At føroyingum dámar henda jólakærleika, sóu vit sjón fyri søgn hetta vikuskiftið, tí sølan av serligu jólaølini byrjaði fríggjakvøldið, og sambært Eclipse varð ølin sera væl móttikin.