Ed Sheeran vinnur mál um plagiat

Bretski tónleikarin Ed Sheeran hevur vunnið mál um plagiat, listaeftirgerð.

Talan var ikki um plagiat, tá Ed Sheeran skapti hittið »Thinking Out Loud«, gjørdu nevningar av hósdagin. Her kemur hann til rættarbygningin hósdagin á Manhattan. - Foto: Michael M. Santiago/Ritzau Scanpix

Hann var skuldsettur fyri at plagiera partar av sanginum hjá Marvin Gayes, »Let's Get It On" til sit hit "Thinking Out Loud« frá 2014.

Tað skrivaðu fleiri útlendskir miðlar í gjár, teirra millum BBC.

Tað er arvingar hjá sangskrivaranum Ed Townsend, ein av medhøvundunum til »Let's Get It On«, sum standa aftan fyri akarmálið.

Tey hildu uppá, at plátufelagið hjá Ed Sheeran, Warner Music Group, og útgevarin, Sony Music Publishing, skyldaðu teimum ein part av yvirskotinum fyri at hava kopierað sangin.

Hósdagin gjørdi rætturin greitt, at arvingarnir hjá Ed Townsend ikki hava prógvað, at Sheeran, Warnar Musci Group ella Sony Music Publishing hevur gjørt seg inn á upphavsrættarlig áhugamál, skrivaði Reuters.

/ritzau/