Edmund Joensen bjóðar seg fram eina ferð afturat

Hann fer at leggja alla orku í verða valdur á Fólkating eina ferð afturat, sigur hann

 

Tað er nú greitt, at Edmund Joensen fer at stilla upp aftur til fólkatingsvalið, sum verður í næstum.

Herfyri bjóðaði tann 74 ára gamli Edmund Joensen annars frá, at hann fer ikki at stilla upp til løgtingsvalið. Men hann var ikki so avgjørdur um fólkatingsvalið, og í dag váttar hann so, at hann hann fer at stilla upp til fólkatingi.

Nú tað er greitt, at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið, gav Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, honum høvi til at fara upp á tingsins røðarapall at biðja tinginum farval og at takka fyri seg.

Og tá segði hann, at hóast hann ikki stillar upp fyri Løgtingið, fer hann at leggja alla orku í at stilla upp til fólkatingsvalið.

Annars takkaði hann fyri tað góða samstarvið hann hevur havt við allar politikarar, hann hevur samstarvað við øll hesi árini síðani í áttatiárunum, tá ið hann kom upp í politikk.

Tað var í hansara tíð sum løgmaður, og løgtingsmaður, at hann gekk á odda at fáa eina nýggja stýrisskipan og at Føroyar vórðu eitt valdømi, og hann vónaði, at hesar broytingarnar fóru at vera til gagns fyri land og folk.