- Tey hava einki við sild at gera. ES hevði eingi vísindalig prógv fyri at áseta sær eina kvotu, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við Portalin fyrr ídag, og sipaði til at ES als ikki átti at blivið eitt strandaland í 1996.
Útsøgnin hjá løgmanni hevur fingið Edmund Joensen, fólkatingslim fyri Sambandsflokkin, upp úr stólinum.
- Hetta er ein ómetaliga naiv eftirrationalisering, 20 ár seinni, sigur Edmund Joensen.
Edmund Joensen var løgmaður frá 1994 til 1998, og var við í samráðinginum, tá ES gjørdist strandaland í 1996. Fyrst kannaði ES sær eina kvotu, árið eftir bleiv ein semja gjørd við hini fýra strandalondini.
- Sildin hevði verið burtur í nógv ár, og tá fyrstu samráðingarnar vóru, vildu øll sjálvandi hava nokk í sín part, sigur Edmund Joensen.
Kjartan Hoydal, fyrrvendi fiskivinnustjóri, hevur í einum kronikki fýlst á, at ES gjørdist strandaland. Hann vísir á, at ein serfrøðingabólkur mælti til, at ES hevði rætt til eitt procent, men ásetti sær sjálvum eina størri kvotu.
Í kronikkinum verður eisini nevnt, at tað var eftir trýsti úr Danmark, at ES bleiv strandaland.
Hesum seinasta vísur Edmund Joensen aftur. Hann sigur, at fýra lond samdust um at fáa skipaðan sildafiskiskap í lag. Tí kom ES uppí.
Hann heldur, at Føroyar fingu nógv burtúr. Eitt nú kundu Føroyar fiska í havøkjunum hjá hinum londunum - og fiska frítt.
- Til dømis kundu føroysk skip fara í norskan sjógv eftir makreli, tá hann hevði etið seg feitan. Tá hevði hann hægri virði, sigur Edmund Joensen.
Edmund Joensen sigur eisini, at Føroyar mistu lítið og einki av kvotuni, tá ES bleiv strandaland.
Og táverandi landsstýrið treytaði sær, at tað ikki varð endaliga býtið.
- Um kvotan hevur verið ov lítil, so er tað tí at landsstýrini ikki hava samrátt seg til størri kvotur, so hvørt sum sildastovnurin er øktur, sigur Edmund Joensen.
Í dag valdar ósemja; ES og Norra góðtaka ikki, at Føroyar hevur hækkað kvotuna frá fimm til 17 prosent. Sjálvt um føroyingar siga seg hava rættin til tað.
ES er ikki samt, og tí er ætlanin at boykotta Føroyar.
Edmund Joensen heldur tað vera skeivt at geva sær og landsstýrinum mitt í 90-árunum skyldina fyri støðuna ídag.
- Tað hevði sømt seg betur, um løgmaður fyri langari tíð síðani hevði tikið málið frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og flutt tað upp á eitt hægri stig. Tá hevði ein siviliserað loysn verið komin á sildaósemjuna, sum valdar ídag, sigur Edmund Joensen.