Edmund Joensen og kleyvarskapur í marknamálinum

Hóast hann tók undir við avtaluni, og beinleiðis reypar av, at hava fingið 96% av úrslitinum til vega, so roynir formaður sambandsfloksins Edmund Joensen kortini at fýlast á og at grugga hetta álvarsmál við at seta niður á øll hini, sum hava tikið undir við somu semju.

Nú tá Edmund Joensen enn einaferð fer í bløðini og roynir at tváa sínar hendur kann hetta illa standa ósvarað. Nú er tað so, at samráðingarfólkini og politikararnir hava tagnarskyldu og kunnu tí heldur ikki verja seg móti hesum eftir mínum tykki sera órættvísu og løgnu álopum. At umrøða tað arbeiðið, sum onnur hava gjørt í hesum máli øll hesi árini, fyri kleyvarskap um somu tíð, sum man sjálvur hevur verið partur av málinum, er hvørki sømiligt ella seriøst.

Undirritaði verður eisini lagdur undir óreiðiligan tíðindaflutning, hava roynt at fiska ávís úttalilsi fram. Sjálvur havi eg eftir førimuni fylgt við í hesum máli nærum øll árini og lýst tað frá fleiri síðum. Tað hevur verið sera torført at koma til kjarnuna, tí samráðingarnar hava verið í trúnaði. Men tað hevur so kortini eydnast at fáa eina heildarmynd til vega.

Edmund Joensen misbrúkar og manipulerar við samrøðu míni við fyrrverandi bretska limin í samráðingarnevndini, Antony Layden. Tá hesin sigur, at høvdu føroyingar ikki verið so avgjørdir, so høvdu vit ikki fingið tað økið, sum vit fingu, og Edmund Joensen einsamallur tekur sær æruna av hesum, er hetta ikki rætt. Mær vitandi hevur alt tað politiska baklandið alla tíðina tikið undir við kravinum um miðlinjumark. Tað, sum Edmund Joensen gjørdi var bara at venda bakið til bretar og als einki vilja.

Eftir at nýtt landsstýri tók við varð avgjørda støðan hjá føroyingum tann, at vit vildu røkka eini samráðingarloysn bygda á miðlinjuprinsippið. Tað er m.a. hetta bretin sipar til, tá hann sigur, at vit hava víst støðufesti.

Layden sipar neyvan til samráðingartaktikkin hjá Edmund Joensen, sum jú mest var at sita hendur í favn og einki gera.

Tað, sum er áhugavert í hesi samrøðu, og sum EJ ikki nertir við, eru úttalilsini hjá Layden um royndina at fáa málið uppá hægsta politiska stig. Har sigur hann: -Eg dugi ikki at síggja, hvussu føroyingar høvdu kunnað fingið eina betri avtalu. Vit vórðu heldur ikki samdir í hasum, tí fólk á hægsta politiska støði kunnu ongantíð vita nóg mikið um smálutirnar.

Hoffnummarið hjá Edmund Joensen, beint áðrenn skeið hansara varð útrunnið, var knappliga at fáa eitt glæsiligt úrslit við at fara uppá hægsta politiska plan. Tað vísir Anthony Layden sum sagt blankt aftur. Hetta ignorerar Edmund Joensen, tá hann velur at brúka Anthony Layden í Sosialinum sum sítt sannleiksvitni. Hetta er neyvan einum fyrrv. løgmanni verdugt.

Og tá Edmund Joensen nú ger so nógv burtur úr hesum at fáa málið uppá hægsta politiska støði, hví tók hann tá ikki av innbjóðingini at vitja Bretland á sinni fyri at forklára bretskum politikarum á høgum støði støðu okkara? Vit minnast eisini fundin millum Edmund Joensen og Douglas Hurd, uttanríkisráðharra. Sambart felags pressuskrivi teirra vórðu teir rørandi samdir um ikki at fara til Haag, men at lata embætismenninar samráðst víðari.

Edmund Joensen roynir síðani at manipulera við úttalilsunum hjá Layden um at fara til Haag. Tað Layden sigur er, at bretar mettu tað vera betri við eini samráðingarloysn nú heldur enn at skula bíða fleiri ár í Haag. Tá Anthony Layden, sum Edmund Joensen sipar til, tosar um miðlinjuna, so er tað sjálvandi ikki til okkara útlegging av henni men til ta bretsku útleggingina av miðlinjuni. Tvs. at tann politiska avgerðin hjá bretum hevur verið at góðtaka teirra miðlinju heldur enn at fara til Haag eftir teirra sterku vón at fáa meira enn sína egnu miðlinju.

Hóast vit føroyingar mettu okkum hava eina góða sak í Haag, so er tað kortini eingin trygd fyri veruliga at fáa eitt úrslit, sum bara líkist tí vit fingu við semjuni. Tí hevði tað heldur ikki hjá okkum verið nøkur løtt avgerð at lagt málið inn fyri Haag. Eg ivist onga løtu í, at var Edmund Joensen, løgmaður og trumfaði ígjøgnum at fáa málið uppá hægsta politiska stig, og tað ikki gav eitt nøktandi úrslit fyri báðar partar, so varð málið endað í Haag, og tá høvdu vit umframt óvissuna um úrslitið og vissuna um kostnaðin, helst eisini verið noydd at útsett alla oljuleiting í eini fimm ár.

Edmund Joensen manipulerar eisini við veruleikanum, tá hann greitt sigur fyrst í samrøðu við Dimmalætting og so aftur nú í seinastu viðmerking síni, (eftir sjálvur at hava tikið undir við avtaluni): ?at tað er júst í Grásonuni og í tí økinum, sum føroyingar hava latið bretum, at størst tjansur er at raka olju og gass?. Eg veit ikki, hvørjum serfrøðingum hann hevur hesi tíðindi, tí mær vitandi, og hetta váttaði okkara egni leiðari av Jarðfrøðissavninum, Martin Heinesen, eisini á tíðindafundi í Tinganesi mánadgin 10. mai, so er gráa økið, sum bretar hava fingið ikki meira áhugavert enn tey økini, vit hava fingið, eru tað. Jarðfrøðingarnir siga, at tað finnast áhugaverd øki báðumegin fram við miðlinjuni.

Eg haldi eisini tað er ódámligt, tá fyrrverandi løgmaður við sínum eftirrationaliseringum og manipulatiónum roynir at niðurgera tey fakfólk, sum hava verið við í samráðingunum. Her hugsi eg m.a. um Martin Heinesen, Herálv Joensen, Árna Olafsson og Halgir W Poulsen. Tað skerst ikki burtur, at tá Edmund Joensen í grein síni, sum er prentað her í blaðnum í dag, brúkar orðið KLEYVARSKAPUR ikki minni enn tríggjar ferðir um tað arbeiðið, sum hesir persónarnir m.a. hava lagt rygg til, so er hann langt langt úti.

Tað er sum um, at Edmund Joensen við hesum roynir at leggja ábyrgdina frá sær. Sum eg havi skilt hevur samráðingarnevndin frá fyrsta degi gjørt 100% greitt yvirfyri politikarunum, at ein og hvør kompromiloysn inniber í hesum førinum, at man gevur frá sær øki, sum potentielt kunnu verða áhugaverd.

Um man ikki hevur nervar til tað, so skal man antin leggja frá sær ella skjóta spurningin inn fyri Haag, við teimum avleiðingunum hetta kann hava við sær og við tí vón, at so sita kanska aðrir politikarar við ábyrgdini tann dag dómur fellur kanska um fimm ár.

Hetta er tað, sum Edmund Joensen misbrúkar. Taktikkurin hjá honum er at seta fram insinuatiónir - gitingar - við tí vón, at tær verða hangandi eftir í luftini, tí onnur kenna seg at hava moralskar skyldur, sum forða teimum í at svara nóg neyvt aftur. Og skuldi tað verið so heppið, at bretar gera ein fund í Gráu sonuni, áðrenn vit finna olju, og hetta hendir uppundir eitt løgtingsval, ja so er tað ein funnin fressur hjá sambandspolitikaranum Edmund Joensen at gera sær dælt av tí til ta tíð.

Edmund Joensen veit, og tað vita øll, sum hava fylgt gongdini, at við teimum royndum, sum bretar longu hava gjørt á egnum øki ,so kann tað ganga skjótt, til ein fundur verður gjørdur bretsku megin markið, og kanska í Gráu sonuni. Taktikkurin hjá EJ er tí nú at vísa ónøgdina við avtaluna nú, so at hann til komandi val, tá bretar møguliga hava rakt við olju í Gráa økinum, kann siga: hvat segði eg! Nú tá Edmund Joensen er so næsadjarvur at tengja orðið kleyvarskap til politikarar, samráðingarfólk og eisini undirritaða í síni skriving, so kundi verið áhugavert at sett honum nakrar spurningar:

EJ letst nú sum um einasta økið vit hava stríðst um við bretar er Grásonan. Eitt er at vit reint ideologiskt hava sagt, at vit vilja ikki samráðast um annað enn grásonurnar. Merkir tað, at Edmund Joensen ikki hevur verið varugur við, at bretar í samráðingunum kravdu so nógv annað enn grásonuna, og at teir, um talan bleiv um eitt sakarmál, høvdu sett fram krøv, sum gingu langt langt upp um grásonuna?

Kann Edmund Joensen svara, hvussu nógv føroyingar høvdu slakað frá okkara miðlinju, tá hann tók við sum løgmaður og hvussu nógv varð slakað, tá Edmund fór frá sum løgmaður, og hvussu nógv er slakað undir Anfinn Kallsberg?

Soleiðis sum eg havi skilt málið, var einki slakað, áðrenn Edmund Joensen tók við sum løgmaður. Meðan Marita Petersen sat sum løgmaður høvdu bretar slakað frá sínum fyrsta upprunaliga kravi, ið rakk langt inn á føroyska landgrunnin. Tað var hetta krav, sum táverandi danski uttanríkisráðharrin sipaði til, tá hann fanst harðliga at bretum, tí teirra krav var so víttgangandi, at tú kundi standa á Akrabergi og spýta í bretskan sjógv. Um somu tíð helt Marita fast um miðlinjuprinsippið. Her var eingin slingur í valsinum.

Og tað kundi verið áhugavert at fingið Edmund Joensen at svara, hvussu langt niður í Grásonuna bretar vóru komnir, tá Edmund fór frá?

Míni notat frá drúgvum researcharbeiði øll hesi árini benda á, at Edmund Joensen var fyrsti løgmaður at slaka í marknamálinum. Av teimum tilsamans 85% av grásonuni, sum alt íalt eru slakað, man luturin hjá Anfinn Kallsberg neyvan svara til meira ein fimting. Tá er lætt at rokna út, hvat Edmund hevur slakað.

Og fyri at venda aftur til myndina hjá sama Edmund Joensen í bløðunum nú um dagarnar, tá hann samanber úrslitið av marknatrætuni við teir dystir føroyingar hava tapt 5-0 og kortini verið sigurssælir, so má tað hava staðið 4-0, tá liðskiparin bráddliga rýmdi av vøllinum.

Men stutt aftur til Haagmøguleikan. Møguleikin fyri at fara til Haag hevur verið har alla tíðina. Ein kann so siga, at jú meira tú bjóðar einum mótparti tess minni verður áhugi hansara at fara til Haag. Tí tá vil hann bráddliga hava nakað at missa við at fara til Haag. Vildi Edmund vera heilt "støðufastur" , so skuldi hann ongantíð havt givið ein tumma, og so kundi hann verið 110% vísur í at fingið eitt sakarmál. Tá kundu bretar vera vísir í, at teir høvdu einki at missa.

Hetta markið, sum nú er avtalað, gevur bretsku síðuni so mikið, at teir nú føla tað so, at teir kanska hava nakað at missa við eitt sakarmál. Tað kundi jú verið, at dómstólurin td. fann uppá at býta grásonuna í helvt.

Føroyingar vildu einki lata norðan fyri bretsku miðlinjuna, tí man metti, at man hevði ein rímuligan tjans í Haag at fáa nakað, sum líktist tí bretsku miðlinjuni ella nakað betri.

Allar hasar nyansurnar blæsir Edmund uppá og vil nú við afturvirkandi kraft gera marknastríðið til eitt stíð um grásonuna eina. Fiskarímessiga er tað helst so. Og her hava vit júst fingið eina loysn, sum báðir partar eru fegnari um, enn um hon t.d. varð býtt í helvt.

Edmund Joensen hevur oftani fleiri heitt á sínar starvsfelagar og tjóðina um at standa saman í hesum álvarsmáli, og tað hava øll tikið undir við honum í. Tí kenst tað so hugstoytt at hava havt ein løgmann, sum aftaná at hann hevur havt ábyrgdina av málinum í hálvt fjóðra ár og ikki fingið loyst tað, er so súrur um, at tað hevur eydnast hansara eftirmonnum at loysa málið uppá ein máta, sum føroyingar yvirhøvur eru nøgdir við.

Jan Müller,

blaðstjóri